Í hondbóltsbygdini Vestmanna verða nú tveir smáir fótbóltsvøllir gjørdir. Annar vøllurin er niðri í bygdini, og hann er ein av sparkivøllunum, sum verða gjørt í einum átaki hjá FSF. Umframt hendan sparkivøllin, verður eisini ein graslíkisvøllur gjørdur við skúlan. Vestmanna kommuna er farið undir at leggja brúkt graslíki á gamla hondbóltsvøllin hjá VÌF, og har verður sostatt í næstum møguleiki at spæla fótbólt