Hondbóltsblað leygardagin

Hondbóltskappingin er nú tvær vikur gomul, men kortini, so verður eitt upptaktsblað við í Sosialinum leygardagin.
Tað er hondbóltsfelagið Neistin, sum í samstarvi við Sosialin, hevur staðið fyri blaðnum, sum er 36 síður til støddar. Til ber at lesa um ymsu feløgini. Hvussu tey hava fyrireikað seg til kappingina, og hvussu er statt við leikarum og øðrum.
Eisini eru serstakir tættir, sum viðgera hondbóltsvenjing og hvussu tú best fyrireikar teg til hesa, umframt at landsliðsarbeiðið í HSF eisini eigur sín sjálvsagda part.
Sum sagt, so verður blaðið at fáa saman við Sosialinum, sum kemur á gøtuna fríggjadag seinnapart.