Hondbóltsútisetarnir vunnu

Mannfólkini og konufólkini, ið spæla hondbólt við ÍF Føroyum, vunnu sínar dystir í gjár. Harrarnir vunnu trygt 20-14 á Rødovre eftir hálvleiksstøðuna 9-8. Serliga skaraði Ári Rouch framúr við sínum seks málum, men eisini í verjupartinum vóru føroysku leikararnir stinnir. Heini Ellingsgaard og Heini Bendtsen gjørdu fimm mál hvør, Leif Hákun Jacobsen trý og Róar Akralíð eitt. ÍF Føroyar hevur nú fýra stig eftir tríggjar dystir og tað merkir, at teir býta oddasessin við eitt annað lið í Seriu 2. Kvinnurnar vunnu eisini sín dyst sannførandi. Mótstøðuliðið var VHC/Vidar, og kvinnurnar vunnu 24-17 á VHC/Vidar. Serliga fyrri hálvleikur var góður hjá føroysku kvinnunum, og í steðginum var støðan 12-3. Í seinna hálvleiki leikaði meiri javnt á, men tað var ongantíð nakar ivi um sigurin. Kvinnurnar hava fýra stig fyri tveir dystir, og eins og menninir býta tær oddasessin við annað lið í deildini.