Umframt at Honda Civic er komin við heilt nýggjum og øðrvísi modellum, er eisini ein 7 persóna luksus MPV, Honda Stream, komin á marknaðin. Hesin vendir sær bæði til vinnulívsfólk og til tey, sum ynskja sær ein smidligan og rúmligan familjubil
???????????????????
BILAR
Magnus Gunnarsson
???????????????????
Honda Stream, ið hevur hevur eitt smart og streymlinjað design, er ein rúmligur 7 persóna MPV við 4 hurðum, 3 rekkjur av setrum og stórari baklúku. Setrini framman kunnu stillast elektriskt upp og niður. Tey í miðjuni kunnu leggjast saman ella koyrast heilt fram, eins og tað í miðjuni kann brúkast sum borð. Aftastu setrini kunnu leggjast niður í dúrkið, soleiðis at viðførisrúmið verður stórt og rúmligt. Eins og Civic hevur Stream eisini gearstongina í instrumentborðinum.
i-VTEC
Stream er fyrsti bilur við nýggju i-VTEC motorunum, sum eru sera orkusparandi, dálka lítið og trekkja væl. Tvær motorstøddir eru at velja ímillum. Ein 1.7 litur við 125 hk, hesin koyrir 13,0 km/l og toppferðin er 190 km/t. Hin er ein 2.0 litur við 156 hk, koyrir 11.6 km/l og toppferðin er 205 km/t. 2.0 motorurin fæst eisini við automatiskum gearum. Hetta er ein framkomin Grade Logic gearkassi við 5 gearum.
Seinni sum van
Nýggja »wishbone« skipanin við hjólupphangunum ger, at fjaðraskipnanin virkar eins væl við einum sum sjey persónum í bilinum. Bilurin er sera væl útgjørdur við nakkastuðlum við øll 7 setrini, el-hitað setur framman, ið kunnu stillast upp og niður, el-síðuspegl við hita, el-rútar aftan og framman, aircondition við pollenfiltri, elektroniska startsperru.
Honda Stream, ið er ein fjøltroyttur bilur við góðum koyrieginleikum, kemur seinni sum van. Við tað at dúrkið er heilt slætt, verður hetta ein sera arbeiðsligur bilur til vinnufyritøkur.
Honda Stream 1.7i LS
Motorur: 1.7 litur 4 syl 16V 125 hk
0-100 km/t: 11,1 sek.
Bensinnýtsla: 13.0 km/l
Dekkstødd: 195/65-15
Stødd og vekt:
Longd 457,0 cm
Breidd 169,5 cm
Hædd 159,0 cm
Eginvekt 1350 kg
Totalvekt 2000 kg
Prísur: kr. 224.750,-
2.0i ES kostar 269.750,- (aut.gear.
+ 20.000,-)
Søluumboð: Sp/f Norðbil
Oyggjarvegur
FO-100 Tórshavn
Tlf. 313707