Asimo, framkomni robotturin hjá japansku Honda verksmiðjuni, er intelligentur og kan "næstan" tað sama sum menniskju - ella tað sum hann verður programmeraður til.
Asimo er kendur sum heimsins mest framkomni robottur. Asimo stendur fyri "Advanced Step in Innovative Mobility".
Herfyri var Asimo í Evropa-parlamentinum og heilsaði upp á limirnar har í sambandi við at parlamentið stuðlar menningini av robottum í verkætlanini "RobotCup".
Vitjanin var fingin í lag, fyri at vísa hvat vit kunnu vænta okkum innan elektronisku tøknina í framtíðini.
Asimo gekk m.a. upp og niður gjøgnum trappur, heilsaði upp á fólk og tosaði.
Í síni røðu í Evropa-parlamentinum segði dr. Koerner, stjóri fyri Honda Research, at teirra mál var at gera robottar, sum sunnu flyta seg eins og menniskju, virka saman við teimum og vera teimum til hjálp.