Honda Civic og Volvo S80

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Honda Civic Type R og Volvo S80, annar ein kvikur hatchback í sportútgávu og hin ein luksus sedan

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 2. apríl vóru Honda Civic Type R við 2.0 litra motori við 201 hk, og Volvo S80 2,5T (5 syl.) við 200 hk. Tað einasta bilarnir hava til felags eru tær 200 hestakreftirnar, og toppferðin sum er 235 km/t.


Honda Civic Type R


Fyrri bilurin var Honda Civic Type R, sum er ein sportligur hatchback við trimum hurðum og sermerktum designi.


Bilurin hevur 2,0 litra motor við 201 hk og snúningsmomenti upp á 193 Nm. Talan er um ein kvikan bil við sportligum undirvogni og sportligum koyrieginleikum. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,6 sekund, og toppferðin er 235 km/t. Dekkstøddin er 225/40 ZR 18.


Er designið uttan sermerkt, er tað ikki minni sermerkt innan. Instrumentborðið sær út sum tað er tikið úr einum aktionfilmi, smart við nógvum vísarum og ljósum í ymiskum litum. Viðførisrúmið er 415 litrar, sum er vanligt fyri ein bil í hesum klassanum.


Hesin Honda Civic Type R+ kostar kr. 356.750. Bilurin kann síggjast og roynast hjá bilasøluni Norðbil við Oyggjarvegin. Annars kostar bíligasti Honda Civic 235.750 krónur.


Volvo S80 2,5T


Seinni bilurin var ein Volvo S80, ið er toppmodellið í persónabilaskránni hjá Volvo.

S80 er ein bilur sum kappast við teir stóru luksusbilarnar í Evropa og á amerikanska marknaðinum. Hann hevur allar tær nýggjastu og mest framkomnu trygdarskipanirnar hjá Volvo.

Bilurin er sera væl ljóðdoyvdur, og 2,5 litra motorurin hevur sera gott botntrekk (300 Nm) og koyrir frá 0-100 km/t uppá 7,7 sekund, ið er sera gott fyri ein bil, sum vigar 1655 kg. Trygd og koyrieginleikar eru í heimsklassa. S80 er tann størsti og rúmligasti sedan hjá Volvo. Kabinan er smart, ekslusiv og væl innrættað. Viðførisrúmið er 480 litrar.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar kr. 532.000, tá hevði hann »Momentum pakkan« hjá Volvo við t.d. leðurkabinu, og parkerings- og regnsensorum, umframt at hann eisini hevði automatisk gir. Volvo S80 kann síggjast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin. Bíligasti S80 kostar 398.000 krónur.