Frá at byrja sum ein minibilur í 1972, er Honda Civic vaksin til ein stóran og rúmligan familjubil, sum nú í 7."genera tión" brýtur við alla vanahugsan um ein Honda persónbil
???????????????????
BILAR
Magnus Gunnarsson
???????????????????
Sjáldan hava vit upplivað eina so kollveltandi broyting av einum bilmodelli, sum nú Honda Civic við 5 hurðum er komin á marknaðin sum ein rúmligur fimm persóna bilur í sonevnda Golf-klassanum. Hetta er ein bilur sum væntandi kemur at klára seg væl í hørðu kappingini.
Slætt dúrk
Í mun til fyrra Civic situr man hægri, fronturin er stytri og útsýnið sera gott. Tað at bilurin er stuttur frammanfyri forrútin, ger sítt til at plássið er betri til tey ferðandi og viðførið. Civic hevur eitt nýtt upphang framman og aftan sum eisini tekur minni pláss undir dúrkinum. Hetta, og tað at gearstongin er flutt upp í instrumentborðið, hevur við sær at dúrkið er heilt slætt og lætt er at koma runt í bilinum.
Trygg konstruktión
Tað at Civic hevur stuttan front, er ikki á nakran hátt til hindurs fyri trygdini. Karrossaríið er væl avstívað við t.d. hátrýststáli fyri at fáa konstruktiónina so trygga sum gjørligt. Honda hevur gjørt bilin so tryggan at teir vænta at hann fær fýra ella fimm stjørnur í NCAP crasch-testunum, har fimm stjørnur eru hægsti karkaterur. Bilurin hevur 5 nakkapútur, 4 airbag, ABS við EDB, startsperru, elektriska servostýring.
Tvær motorstøddir
Tvær motorstøddir eru at velja ímillum, ein 1.4 litur 16V við 90 hk og ein 1.6 litur 16V við 110 hk. 1.4i LS hevur aircondition og 1.6i ES hevur el-sóltak aircondition og 15" alufelgur. Báðir motorarnir eru kvikir, krafta væl og passa væl til bilin sum vigar 1125kg : Við hjálp av Q10, sum er ein nýggj konstruktiósskipan hjá Honda, er Civic ein framúr vælgjørdur familjubilur.
Honda Civic 1.4i 5/h
Motorurin: 4 syl 1.4 litur 16V 90 hk
0-100 km/t: 11,9 sek.
Bensinnýtsla: 15,6 km/l
Dekkstødd: 185/70-14
Stødd og vekt:
Longd 428,5 cm
Breidd 169,5 cm
Hædd 149,5 cm
Eginvekt 1125 kg
Totalvekt 1625 kg
Viðførisrúm 370 litrar
Prísur: kr. 165.750,- ( 1.6i LS kostar
kr.183.750,)
automatgear + 20.000,-
Søluumboð: Sp/f Norðbil
Oyggjarvegur
FO-100 Tórshavn
Tlf. 313707