Honda brintbilur til Evropa

Honda Clarity er ein nýggjur brintbilur, sum kemur til Evropa í 2016.

 

Tað sær út sum fleiri brintbilar eru ávegis til Evropa, fyrstur var Toyota Mirai, og nú er ein Honda á veg. Talan er um Honda Clarity, sum koyrir 700 kilometrar upp á ein tanga av brint.

 

Bilurin dálkar als ikki, einasta útlátið undir koyring er vatn. Danmark kann, sum tað einasta landið í Evropa, bjóða eitt landsdekkandi net við íalt sjey brint tangastøðum deildar yvir alt landið og fleiri eru ávegis.

 

Honda Clarity koyrir 700 km upp á ein tanga. Í Danmark er eingin trupulleiki at koyra kring alt landið við bilinum uttan at mangla brennievni. Brintbilarnir eru eins skjótir at fylla brennievni á sum t.d. bensin- og dieselbilar.

 

Honda Clarity hevur 130 kW elmotor við 175 hk, sum verður drivin av brint.

 

Framleiddir verða í alt 200 Honda Clarity, harav 10 koma til Evropa og tríggir ella fýra av teimum koma til Danmarkar, sum tað land í Evropa, ið er best útgjørt til at taka ímóti brintbilum.