Randi í Jógvanstovu, Leirvík
Tøkk til tykkum, borgaraumboð, sum skipaðu fyri fundinum 10. februar 2006 í Leirvík. Kommunustýrið hevur tørv á tykkara stuðli, og vit fingu stuðul so tað munaði. At leirvíkingar meta hettar málið vera eitt stórmál, fekst prógv fyri hettar kvøldið.
Borgarin í Leirvík hevur eisini visiónir fyri framtíðini, og hesar visiónir steðga ikki á í ár 2015. Vit hugsa longur enn so, tá tað snýr seg um bygdina, vit eru so góð við.
Okkara størstsa aktiv í dag, eru bústaðarøkini. Tryggar og góðar umstøður til familjur, at búsetast og mennast í. Vit hava ansingartrygd, einki barn skal á bíðilista. Ein skúli í besta standi, nýtt eldrasambýli, eisini eru vit við í útbyggingini av Eysturoyar Ellis- og røktarheimi, har okkara eldru borgarar, kunnu fáa alla ta røkt, tey hava tørv á.
Heldur ikki vinnan er við sviðið soð. Stórt øki verður til reiðar at taka í brúk, um stutta stund á Kráartanga. Ùti á Vik er stórt øki útlagt til vinnuna, tá Dúgvan gevst at sigla, er eitt stórt øki har á ferjuleguni. Fyri at tað so ikki skal vera heilt lygn, fylla vit út í skrivandi stund, norðanfyri virkið hjá Kjartani Joensen. À jú vist verður fjálga um vunnuna í Leirvík. Hon kann fara til verka, tá henni lystir, tað er vist.
Avgera tit landspolitikkarar, at lurta eftir Bjarna Djurholm, noyðast vit at ásanna, at tað vóru einans tóm orð, tá sagt varð, at alt skuldi verða gjørt í samráð við Leirvíkar kommunu. Vit hava ongantíð biðið um ein veg gjøgnum alt okkara framtíðar byggilendi. Kann henda, at tað er ein bíligari loysn í fyrsta umfari, men sum vit øll vita, so hitar tað stutt, at pissa í buksurnar.
Anfinn Kallsberg hevur einaferð sagt: Tað sum verður gott fyri norðoyingar, skal ikki verða ringt fyri leirvíkingar, tað fari eg at minna hann á, nú hann situr sum formaður í fíggjarnevndini. Tala nú okkara søk vinurin, tað biði eg teg.
Síðani ein áheitan til Javnaðarflokkin. Lurtið eftir Andrias Petersen, tá hann tosar um 100 ár fram í tíðina (tunnilsloysnin), so veit hann hvat hann tosar um. Hann býr sjálvur í einum av teimum bygdunum, sum eru spoleraðar av einum gjøgnumgangandi motorvegi. Læri av ringum royndum.
Gøtu kommuna, hjartans tøkk fyri tykkara stuðul, tað skal ikki verða tykkum gloymt.
Við vón um tí bestu tunnilsloysnina fyri Leirvík.










