Tann 42 ára gamla Rosa Parks gjørdist kend, tá hon ein dagin í desember í 1955 sýtti fyri at reisa seg, so ein hvítur maður kundi fáa hennara pláss í einum bussi í býnum Montgomery. Bussurin vart fullur, so tann hvíti James Blake noyddist at standa, men tað hóvaði honum ikki, so hann bað Rosa Parks og tvær aðrar svartar kvinnur reisa seg, so hann kundi fáa pláss teirra. Tað hevði hann rætt til sambært reglunum, og tvær av kvinnunum reistust. Men Rosa Parks varð sitandi. James Blake sendi boð eftir løgregluni, og tá løgreglan vildi hava at vita, hví Rosa Parks ikki hevði gjørt eftir reglunum, svaraði hon:
Eg helt ikki, at eg átti at reisa meg. Eg hevði goldið ferðaseðil eins og øll hini.
Tað svarið góðtók løgreglan ikki. Rosa Parks varð tikin, og fýra dagar seinni fekk hon 14 dollarar í bót. Sama dag, sum bótin varð kunngjørd, fóru onnur svørt at seta seg upp ímóti regluni um plássini í bussunum. Oddamaðuir teirra æt Martin Luther King.
Í 1996 varð Rosa Parks heiðrað við fremsta sivila heiðursmerkinum, the Presidential Medal of Freedom, og trý ár seinni fekk hon ein tilsvarandi heiður frá Kongressini. Í sambandi við handanina lýstið Senatið hana sum "eina livandi ímynd av frælsi í USA".