-Tann dagur kemur, tá USA fyri fyrstu ferð fær eina kvinnu í forsetaembætið. Vit hava sæð tað í øðrum londum, og aðrastaðni hava kvinnur verið forsætisráðharrar. Men eg veit, at tað er ikki lætt.
Madeleine Albright var uttanríkisráðharri hjá Bill Clinton í fýra ár, og tað embætið gjørdist krúnan á hennara langa politiska lívið. Hon dylir ikki fyri, at hon heldur nógv av Hillary Clinton.
-Eg haldi, at Hillary Clinton er ein av teimum mest sermerktu politikarunum í dag, og eg vóni, at hon ein dag verður amerikanskur forseti, sigur Albright við norska blaðið Aftenposten.
Sjálv veit hon ikki, at tað fer at lukkast Hillary Clinton at gerast forseti. Albright hevur kortini góðar vónir. Hon vísir á, at fyrrverandi forsetakonan eru ung enn, og at hon er í ferð við at fáa sær politiskar royndir. Hon situr í Senatinum, og eftir stuttari tíð hevur hon strítt seg upp á tær ovastu røkurnar í demokratiska flokkinum, og hon er ein kvinna, sum nógvir amerikanarar hava virðing fyri, sigur Madeleine Albright.
Hon hevur valt at halda seg uttan fyri valstríðið í ár, men heldur, at John Kerry hevur góðar møguleikar at basa Bush, forseta.
-Hann hevur góðar møguleikar, tí nógvir amerikanarar vilja hava eina broyting nú, sigur hon.










