Hon varð ikki neyðtikin

Amerikanski hermaðurin Jessica Lynch, sum gjørdist kend um allan heimin, tá hon bleiv tikin fangi í Irak og seinni fríað, hevur nú skrivað eina bók um tað, sum hendi henni

Í bókini skrivar Jessica Lynch, at hon varð neyðtikin, meðan hon var fangi hjá irakskum hermonnum, men tað avsanna irakar. Beint eftir at hon varð tikin, bleiv Jessica Lynch flutt á eitt irakskt sjúkrahús, tí hon varð særd. Jamal al-Saeidi, lækni, sum kannaði hana á sjúkrahúsinum, sigur við Reuters, at tað er ikki satt, tá Jessica Lynch sigur, at hon varð neyðtikin.

Hon var í øllum klæðunum. Tey vóru heil, og at tað vóru eingi tekin til, at nakar hevði gjørt seg inn á hana, sigur Jamal al-Saeidi.

Amerikanska herleiðslan gjørdi nógv burturúr, tá ein servand deild fór inn á sjúkrahúsið eftir Jessicu Lynch, men seinni varð avdúkað, at tilburðurin var als ikki soleiðis, sum amerikanararnir søgdu.

Millum annað kom fram, at tað var ein av teimum iraksku læknunum, sum hevði boðað amrikonsku hermonnunum frá, at Jessica Lynch var á sjúkrahúsinum. Amerikanararnir vildu vera við, at hon varð fríað aftan á ein harðan skotbardaga inni á sjúkrahúsinum, men tað hava iraksku læknarnir avsannað. Teir hava tvørturímóti sagt, at eingir irakskir hermenn vóru á sjúkrahúsinum.