Fleiri føroyingar hava gjøgnum árini á ein ella annan hátt havt samband við Onnu Lindh. Gjøgnum 80 árini var hon formaðurin í SSU, sum er ungdómurin hjá Sosialdemokratunum í Svøríki. Sum formaður í SSU vitjaði hon javnaðarungdóm í Føroyum í1986.
Miðskeiðis í nítiárunum varð Anna Lindh svenskur umhvørvisráðharri, og føroyski starvsfelagi hennara, Eilif Samuelsen, hevur fleiri ferðir verið á fundi saman við henni. Fyri tað mesta var talan um fundir millum norðurlendsku ráðharrarnar í umhvørvismálum. Sum umhvørvisráðharri vitjaði hon aldrin FøroyarFundirnir vórðu hildnir í fjarðskotnum londum sum Svalbard og Estlandi, meðan hon sum ráðharri í umhvørvismálum aldrin vitjaði Føroyar.
Dyggur smeitur fyri øll norðanlond
Eilif Samuelsen varð sum vera man rættiliga illa við av tíðindum mikudagin, tá tað frættist, at fyrrverandi starvsfelagin úr Svøríki var stungin niður í einari handilsmiðstøð.
? Morðið á Onnu Lindh er ikki bara ein dyggur smeitur fyri Svøríki, men sanniliga eisini fyri øll Norðanlond, sum altíð hava hildið fast um demokratið, har ósemjur verða loystar við samráðingum og ikki valdsnýtslu, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Hann vísir, at Svøríki sum samfelag altíð hevur gingið í fremst, tá talan hevur
verið
opinleika og at borgararnir skulu hava frælsi til at ganga frítt á gøtuni, tilburðurin mikudagin er eitt rættiligt afturstig fyri norðurlendsku skipanina.
Eilif sammetir morðið á svenska uttanríkismálaráðharran við morðið á Olof Palme í 1986, sum eisini var ein ræðulig hending fyri svenska samfelagið.
Sermerkt kvinna
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í umhvørvismálum tekur undir við teimum, ið seinastu dagarnar hava lýst Onnu Lindh sum eina eldsál burturav.
? Hon var ein sermerkt kvinna, ið var rættiliga opin. Hon hevði altíð lætt við at føra síni sjónarmið fram, og ikki bangin fyri at taka øðrvísi evni upp. Altíð var hon fyrikomandi og smílandi, fortelur Eilif Samuelsen.
Fyrrverandi tingmaðurin sigur, at støðan við Onnu Lindh er ómetaliga harmilig, tí bæði sum menniskja og politikkari var hon nakað heilt serligt. Anna Lindh varð fleiri ferðir sum tann politikkarin, sum í framtíðini fór at lyfta tunga arvin eftir Gøran Persson sum floksformaður og forsætisráðharri, og tað kemur als ikki óvart á Eilif Samuelsen.
-Hjá okkum sum kendu hana var tað slettis ikki ein fjarður tanki, at hon ein dag fór at gerast forsætisráðharri, tí hon hevði allar eginleikarnir til starvið, greiðir hann frá.
Mugu ikki leypa frammav
Eftir morðið á Onnu Lindh hava nógv sett spurnartekin við, hvussu trygt tað opna norðulendska samfelagið í veruleikanum er. Anna Lindh varð á alljósum degi stungin fleiri ferðir á eini handilsmiðstøð, men kortini metir Eilif Samuelsen, at tað er av alstórum týdningi, at tað ikki verður lopið frammum.
? Ræðuligi tilburðurin við Onnu Lindh er ikki eitt útrykk fyri, hvat samlaða svenska fólkið heldur, men talan er heldur um øðrvitisfisk av onkrum slag. Myndugleikarnar mugu tí sláa kalt vatn í blóðið og ikki yvirreagera sum hava drastisk tiltøk við sær, sigur fyrrverandi tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum.
Hann vísir enn einaferð á, at morðið á 46-ára gomlu Onnu Lindh ikki er ein
hugburðsbroyting hjá svium viðvíkjandi tí opna samfelagnum , men at tann hugburðurin er og verður tann sami, sum hann altíð hevur verið.
Mynd: Her eru umhvørvismálaráðharrarnir í Norðanlondum avmyndaðir á Svalbard. Í miðjuni sæst Anna Lindh, og nakað á vinstru síðu sæst Eilif Samuelsen, sum hevur verið við til nógvar fundir saman við Onnu Lindh, tá hann var landsstýrismaður í umhvørvismálum










