– Eg haldi, at eg havi nakað av skyldini fyri, at nýggja svimjihøllin, sum nú skal byggjast í Havn, verður nakað væl dýrari enn upprunaliga ætlað.
Tað segði Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn, nú Tórshavnar Býráð hevur samtykt at bjóða arbeiðið at gera nýggja svimjijøll út við 50 metra hyli.
https://www.in.fo/news-detail/news/tad-er-nu-vit-skulu-fara-undir-hesa-risastoru-iloeguna/Les meiri um tað her: Tað er nú vit skulu fara undir hesa risastóru ætlanina
Tað eru næstan 10 ár síðani, at tosað varð um at gera eina svimjihøll í Havn við 50 metra svimjihyli. Í 2011 varð tosað um eina svimjihøll fyri 30-40 milliónir, men ætlanin vaks alsamt í vavi og í 2016 varð prísurin komin upp á 80-100 milliónir.
Men nú sjøtil loksins verður sett á ætlanina, er tað greitt, at tað fer at kosta mangt slíkt og á býráðsfundi í gjárkvøldi var nevnt, at talan er um eina verkætlan, sum fer at kosta útvið 200 milliónir.
Og Bergun Kass sigur, at partvís er tað hennara skyld, at høllin er dýrkað – men tað harmast hon ikki um, tvørtur ímóti.
Hon sat í bygginevndini og sigur, at í teirri fyrstu verkætlanin, sum varð løgd fram, var talan um eina svimjihøll, har fremsta endamálið var at bøta um umstøðurnar hjá kappsvimjarum.
Men hon sigur, at hennara áskoðan var, at fór býráðið undir eina so stórfingna verkætlan, helt hon, at tey skuldu gera tað ordiligt, sum hon tók til. Sostatt helt hon ikki, at dentur at kalla bara skuldi leggja á at fáa góðar umstøður til kappsvimjing.
– Tvørtur ímóti átti ein nýggj svimjihøll at komið almenningum til gagns í so stóran mun, sum tilbar, sigur Bergun Kass.
– Tí legði eg dent á, at vit eisini fingu ein framkomnan vælverupart inn í høllina eisini, segði Bergun Kass. Hon sigur, at hesum tók samgongan undir við og sostatt varð arbeitt víðari við at menna ætlanina.
Og nú er úrslitið, at nógvir hentleikar eru í høllini, har dentur er lagdur á vælveru av ymsum slagi. Har eru bæði heitir og kaldir pottar uttanfyri, har eru viðgerðarhylar, og hylar við serligum strálum til sjúklingar við gikt og øðrum ampum. Har er eisini sauna, gosbað og guvubað. Somuleiðis verða eisini lagaðir til fólk við rørsutarni.
Samstundis fær hylurin nú tvær geilir afturat, so at hann nú hevur 10 geilir, sum kunnu brúkast til kappingar. Men nú er hann eisini 25 metrar breiður, so er brúk fyri tí, kann hann býtast sundur í tveir 25 metra hylar.
Harumframt er pláss fyri 500 – 600 áskoðarum, umframt hentleikum til sjónvarp og aðrar fjølmiðlar, leiðarar, og annað.