Hon styðjar ikki pápan

Rudolph Giuliani, sum kann gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í USA, hevur fingið óvæntaða mótstøðu.

Higartil hava allar kanningar bent á, at republikanski flokkurin í USA fer at stilla Rudolph Giuliani, fyrrverandi borgarstjóra í New York, upp til forsetavalið næsta ár. Men nú hevur hann brádliga fingið mótstøðu frá einum, sum hann og republikanararnir neyvan høvdu hugsað um.

 

Fyrrakvøldið visti ein heimasíða at siga, at tann 17 ára gamla Caroline Giuliani ætlar sær ikki at atkvøða fyri pápanum, tá hon fær atkvøðurætt til forsetavalið næsta ár. Tvørturímóti er hon limur í einum stuðulsbólki hjá demokratiska senatorinum Barrack Obama, sum eisini ætlar sær at stilla upp næsta ár.

 

Fleiri av teimum stóru sjónvarpsstøðunum sum CNN og CBS og stór bløð sum New York Times hava gjørt nógv burtur úr tíðindunum, og politiskir eygleiðarar siga, at støðan hjá Caroline kemur pápanum illa við.

 

Tað hevur annars leingi verið alment kent, at Rudolph Giuliani og børnini, sum hann fekk í øðrum hjúnarlagnum, sita ikki serliga væl um sátt. Giuliani er giftur tríggjar ferðir, men øll hjínarbondini eru enda við skilnaði.