Andlát
?Við Maritu Petersen hava vit mist ein sterkan politikara og eina stóra persónsmensku. Hon var ein politikari, sum skrivaði søgu-fleiri ferðir.
Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin er ein av teimum, sum hava havt sera nógv samstarv við Maritu Petersen.
Tað kom líka dátt við hjá honum, sum hjá flest øllum øðrum, at fáa deyðsboðini av Maritu sunnukvøldið.
Hann visti, at hon var sjúk, men hann grunaði ikki, at tað skuldi ganga so skjótt.
So mikið fegnari er hann um, at hann fekk í lag at vitja hana á Ríkissjúkreahúsinum í Keypmannahavn, tá ið hann var niðri í ørindum fyri 14 døgum síðani.
?Tá prátaðu vit um leyst og fast og tað var eyðsæð, at Marita fylgdi væl við tí, sum hendi í Føroyum, hóast hon var sjúk. Hon var prátingarsom og í góðum lag og tá var tað onki sum fekk meg at hugsa um, at her var eitt menniskja, sum lá til tað síðsta.
Skrivaði søgu - fleiri ferðir
Vilhelm Johannesen sigur, at í politikki var Marita Petersen sterk og dugnalig.
? Tað fall henni í lut at gerast Føroya Løgmaður í 1993 og 1994, sum vóru ringastu kreppuár í Føroyum nakrantíð.
?Hesi árini vísti hon, hvør dugur var í henni. Hon stóð sum ein maður, bæði í politikkinum innanlands, men ikki minst eisini í teimum truplu samráðingunum við donsku stjórnina hesi árini um stórmál og kreppuloysnir, sum fingu avgerðandi týdning fyri framtíð Føroya.
Hyggja vit í bakspegilin haldi eg, at hon megnaði tær tíðirnar avbera væl.
? At stýra ímillum skerini hesi kreppuárini, og koma heilskapað ígjøøgnum, var eitt avreksverk í sær sjálvum.
Hvussu fralík samráðingarevni hon hevði, sóu vit eisini eftir valið í 1994, tá ið javnaðarflokkurin hevði truplar og drúgvar samráðingar við Sambandsfokkin og Verkamannafylkingina um at skipa samgongu, men eisini tær samráðingarnar, fekk hon undir land.
Vilhelm Johannesen sigur, at tær samráðingarnar standa klárt í minninum, tí hann hevur oftani síðani hugsað um, hvussu hegnisligt tað var at fáa tað samgonguna snikkaða saman.
Hon var eisini landsstýrismaður í undirvísingarmálum, áðrenn hon varð Løgmaður og eisini í tí starvinum arbeiddi hon væl og miðvíst.
Í Føroyskum politikki skerst ikki burtur, at eitt av hennara stóru avrikum er nýggja stýrisskipanarlógum, sum er hennara verk. Hon kom í gildi í 1995, tá ið vit fingu nýmótans stýrisskipan ístaðin fyri tað avoldaðu, sum var heilt frá 1948 og sum ikki kundi brúkast sum grundarlag undir einum stýri í einum framkomnum samfelag.
Umframt at vera virkin í Løgtingið og Landsstýrið, tók Marita virknan lut í politikki í javnaðarflokkinum eitt langt lív, bæði áðrenn, hon var vald á ting og eisini eftir valið í 1998, tá ið hon gjørdi av ikki at stilla upp aftur.
?Hon hevur verið javnaðarfólk og tað sermerkti hana í øllum hennara politiska virki, tí ehg haldi, at vit kunnu siga, at hon hevði tann minni menta við í huganum í øllum hon tókst við.
? Hon hevði eisini ein eyðkendan vilja til at røkka málum og tí var tað ikki undarligt, at Marita bleiv ein politikari, sum skrivaði søgu, ikki bara einaferð, men fleiri ferðir.
? Hon er fyrsta og einasta konufólk, ið hevur verið Føroya Løgmaður, Løgtingsformaður og formaður fyri einum politiskum flokki í Føroyum. Hon var eisini fyrsta konufólk, sum bleiv formaður í Føroya Lærarafelag. Soleiðis hevur hon skrivað søgu, ikki bara eina ferð, men heilar fýra ferðir, sigur Vilhelm Johannesen.
Men hann minnir á, at Marita Petersen var ikki bara politikari. Hon hevði eisini eitt privatlív og hitti tú hana privat, var skjótt at tú varnaðist, at hon var bæði vitandi, hugnalig og skemtingarsom at práta við.