Gamla træbryggjan í Sørvági, sum var frá 1966, er nú gjørd av nýggjum, og herfyri varð hon handað Sørvágs kommunu. Tað er byggifelagið Articon, sum hevur gjørt arbeiðið.
Tá arbeiðið varð boðið út, varð mett, at arbeiðið at taka niður og byggja upp aftur nýggja træbryggju fór at kosta slakar fýra miljónir krónur.
Tað vóru Sune Jacobsen, táverandi borgarstjóri í Sørvágs kommunu og stjórin í Articon, Jón Sigurðsson, sum í fjør summar settu síni nøvn undir sáttmálaskjalið.
Gamla træbryggjan í Sørvági hesi stívliga hálvt hundrað árini tænt fyri seg, og nú er so nýggja og snotuliga træbryggjan alment handað og tikin í nýtslu.










