Havi hug at spyrja, um bíðað verður eftir eini vanlukku, fyri at avtalur kunnu gerast. Okkara áheitan er: Fáið virðiligari avtalur í lag um verkfalsrætt og undantøk í verkføllum nú friður valdar á arbeiðsmarknaðinum. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Tóru við Keldu, forkvinnu í Megd, í kvøld.
Hon vísir á, at hesi seinastu árini hevur støðan fleiri ferðir verið tann, at tá ið verkfall er, eru tað bara ein ávísur bólkur, sum følir sviðan av tí. Hon vísir á, at longu í 2014 vísti MEGD á, at støðan á brekøkinum var alt annað enn góð, og at tað er eingin lóg, sum tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er.
Í frágreiðing til ST varð víst á, at tað hendi seg, at fólk, ið bera brek, og sum búgva á sambýlum, ella vardum bústøðum, máttu flyta úr heimi sínum, og heim til familju ella á aðrar stovnar, tá ið verkfall var. Men enn er støðan framvegis tann sama, og verður eitt verkfall aftur, fer søgan helst at endurtaka seg. Hugsandi er, at fólk aftur verða flutt úr heimi sínum, og at nakrir fáir, útvaldir, næmingar ikki sleppa í skúla.
Hon sigur, at MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall. Men hon heldur, at samráðingarpartarnir eiga at seta seg saman í friðartíð at gera avtalur, so at tað, ferð eftir ferð, ikki bara vera nøkur fá útvald, ið føla sviðan av verkfallinum.
– Havi hug at spyrja, um bíðað verður eftir eini vanlukku, fyri at avtalur kunnu gerast. Okkara áheitan er og verður: Fáið í lag virðiligari avtalur um verkfalsrætt og undantøk í verkfalsstøðu nú friðartíð er, sigur Tóra við Keldu
Trýst HER og les meiri um hennara sjónarmið á hesum øki