Hon skal vera nýggjur høvuðsákæri hjá løgregluni

Føroyska løgreglan hevur sett Katrin Thorsvig Hansen í starv sum nýggjan høvuðsákæra

 

1. februar næsta ár tekur Katrin Thorsvig Hansen við sum nýggjur høvuðsákæri hjá løgregluni í Føroyum. Høvuðsákæri er dagligur leiðari hjá ákærumyndugleikanum í Føroyum og nýtt starvsheiti, sum kom við nýggju rættargongsnýskipanini 1. januar í ár. Áður var starvsheitið varapolitimeistari.

 

Katrin Thorsvig Hansen hevur fleiri ára royndir innan løgfrøðiliga arbeiði bæð úr danska løgmálaráðnum og av Løgmansskrivstovuni. Hon hevur eisini royndir sum ákæru bæði í síni tíð í danska løgmálaráðnum og tá hon var í starvi sum ákæri hjá løgregluni í Føroyum í 2018.

 

– Eg gleði meg nógv til at samstarva við Katrina, sigur Michael Boolsen, landfúti.

 

– Eg havi arbeitt saman við Katrin í ymsum málum sum bæði hava havt við Løgmansskrivstovuna og Dátueftirlitið at gera, og eg kenni hana sum ein gløggan løgfrøðing við menniskjansligum eginleikum. Umframt viðgerð av revsimálum hava vit nógvar ætlanir á revsimálsøkinum, og tí er arbeiðsmegin og arbeiðsgóðskan hjá henni kærkomin, sigur fútin í viðmerking.