Hon skal tryggja elveitingina í Føroyum í framtíðini

Hvussu tryggja vit, at føroyska elnetið verður nóg støðugt, tá ið ein stórur partur av elframleiðsluni stavar frá varandi orkukeldum, vindi, vatni, og kanska øðrum við, og sum eru rættiliga óstøðugar.

 

Tað er tann stóri spurningurin, Helma Maria Tróndheim, orkuverkfrøðingur, nú fer at kanna í eini slóðbrótandi granskingarætlan fyri SEV. Úrslitið av kanningini verður ein doktararitgerð, sum SEV stendur á odda fyri í samstarvi við Ålborg Universitet og Náttúruvísindadeildina á Setrinum.

 

Í hesum sambandi verður Helma Maria innskrivað sum ph.d. lesandi bæði á Fróðskaparsetrinum og Ålborg Universitet. 

 

– Føroyar liggja avbyrgdar í Norðuratlantshavinum, og tí ber ikki til at fáa elorku aðrastaðni frá, tá okkara egnu varandi orkukeldur, eitt nú vindur og sól, ikki røkka til. Onnur lond hava ofta møguleika at keypa streym frá grannalondum, tá ið tey mangla orku, og samstundis ber tað til hjá teimum at selja øðrum londum streym, tá tey hava meiri enn nokk.

 

– Hendan møguleika hava vit ikki í Føroyum og tí mugu vit syrgja fyri okkara egnu streymorku, umframt at vit mugu tryggja, at  javnvág er ímillum nýtslu og framleiðslu hvørt sekund.

 

Til 2030 er tað verkið á Sundi og vatnorkan, ið tryggjar hesa javnvág, men síðani verður verkið á Sundi niðurlagað, og øll elorka skal vera frá varandi orkukeldum. Tá verður tann stóra avbjóðingin at tryggja, at elnetið framvegis er støðufast, eisini tá eitt nú sólorka og vindorka eru svikaligar.

 

 – Hetta er eitt slóðbrótandi granskingararbeiði, sum fer at verða sera týdningarmikið fyri okkum í Føroyum, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

 

 

Hann sigur, at á hesum øki kunnu vit ikki dúva upp á granskingarúrslit úr øðrum londum, tí ongin gransking av hesum slagi er gjørd. Hetta merkir, at onnur lond, serliga oyggjasamfeløg, eisini hava áhuga fyri gransking av hesum slag, sum verður gjørd í Føroyum.

 

Helma Maria Tróndheim er 24 ára gomul, og hon tók prógv sum orku- og umhvørvisverkfrøðingur á Fróðskaparsetrinum í 2016 og fyrr í ár tók hon prógv sum sivilverkfrøðingur í orkutøkni við sergrein í elskipanum og háspenningi á universitetinum í Aalborg.