Amerikanararnir fáa kanska Hillary Clinton, og í síðstu viku valdu teir fronsku sosialistarnir Segolene Royal til forsetavalevni. Nú ljóðar, at russar fáa kanska eisini eina kvinnu í ovasta politiska embætið.
Hon eitur Valentina Matvienko og er guvernørur í St. Pætursborg. Sjálv sigur hon við norska blaðið Aftenposten, at tosið um hana sum forseta er ikki annað enn gitingar, men hon vil kortini ikki avsanna, at hon verður valevni á forsetavalinum í 2008.
-Tað er ikki lætt at siga, hvør verður forseti, men eg vænti, at russiska fólkið fer at velja tann besta, sigur hon við blaðið.
Russiska tíðarritið Novoe Vremja skrivaði í síðstu viku, at kanska eru tað ikki bara leysatíðindi, at Valentina Matvienko skal taka við eftir Putin. Blaðið sigur seg hava fingið at vita, at hennara stuðlar eru longu farnir undir fyrireikingarnar til valstríðið, og at málið er, at hon skal taka við leiðsluni í Kreml. Men sambært blaðnum er talan um eitt samstarv millum tey bæði, tí hevur blaðið rætt, skal Valentina Matvienko leggja frá sær aftur í 2012, so Putin kann taka við aftur.
Valentina Matvienko gjørdist virkin í sovjetska kommunistaflokkinum longu í sjeytiárunum, og í dag er hon tann fremsta kvinnan í russiskum politikki. Hon hevur verið sendiharri á Malta og í Grikkalandi, og við dyggum stuðuli frá Putin varð hon vald til guvernør í St. Pætursborg fyri trimum árum síðani.
Um tvey ár kann hon eisini fáa hansara stuðul, tá Russland skal hava nýggjan forseta.










