Javni, sum er felagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra, hevur sett Ragnhild Dahl í starv sum ráðgevara. Ragnhild er eitt kent andlit í Javna, og fá munnu hava so drúgvar og fjølbroyttar royndir á økinum, sum hon, sigur Javni í eini fráboðan í morgun.
Ragnhild er sernámsfrøðingur, og hevur millum annað verður vanligur námsfrøðingur, leiðari á sambýli, og heimavegleiðari hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Seinastu mongu árini hevur Ragnhild arbeitt í stuðulsskipanini fyri børn og ung við serligum tørvi, umframt at hon hevur vegleitt ung um framhaldandi skúlagongd, arbeiði og bústað.
– Tað er ein sannroynd, at tað ikki altíð er so lætt at vita, hvar ein skal venda sær, tá ið gerandisdagurin er trupul, ella tá ein skal leita sær hjálp. Hetta er bæði tá ið tað snýr seg um børn ella vaksin, sum hava menningartarn, sigurJavni.
– Fólk vita ikki altíð, hvørjir møguleikar eru, og hjá teimum er tað møtimikið at seta seg í samband við myndugleikarnar. Her kann stóra vitanin og royndirnar hjá ráðgevanum gera tað lættari, siga tey.
Ragnhild kemur fyrst og fremst at ráðgeva og vegleiða limunum í Javna, men onnur, ið hava við økið at gera, eru vælkomin at seta seg í samband við hana.
Ráðgevingin kann til dømis snúgva seg um hvussu ein kann leita sær hjálp í eini truplari støðu, hjálpa við umsóknum, ella vera hjásitari á fundum við kommunur, Almannaverk ella onnur. Aðalmálið er at gera umstøðurnar hjá borgarum við menningartarni so góðar sum gjørligt, sigur Javni. Og tey leggja afturat, at tað er ókeypis at brúka ráðgevaran.