Tað verður Marna Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðingur, sum skal leiða eldraøkið í Norðoyggjum. Tað er stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum hevur sett hana í starvið sum leiðara fyri samstarvið millum allar kommunurnar í Norðoyggjum, sum á nýggjárinum tekur yvir eldraøkið frá landinum. Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 11 umsóknir komnar til starvið sum leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.
Marna er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1990 og hevur drúgvar royndir í eldraøkinum, við tað at hon hevur arbeitt í Heimatænastuni í 18 ár, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og í fimm ár sum leiðar á eldrasambýlunum í Klaksvík.
Eisini hevur hon fakligar royndir úr heilsuverkinum frá tí medisinska- og kirurgiska økinum, frá instensivari deild, frá hospice og sum lærari í sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum.
|