Hon skal fyribils leiða Sørvágs skúla

Dania Niclasen sett í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla

Dania Niclasen sett í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla

 

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Daniu Niclasen í tíðaravmarkaða starvið sum skúlastjóra í Sørvágs skúla næstu tvey árini frá 15. mai 2023 at rokna.

 

Dania Niclasen er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2015. Hon hevur tikið semestur í námsfrøðiligari leiðslu og er í holt við at taka Master í management and leadership, har hon er komin væl áleiðis, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið.

 

Síðstu sjey árini hevur Dania Niclasen starvast sum einalærari í Haraldssunds skúla