Hon kostar – loysingin

Símun Pauli Joensen
----

Ja, nakað soleiðis málbar fyrrverandi forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, seg við umboð fyri tríggjar av fullveldisflokkunum, tá hesi um aldaskiftið vóru í Danmark og samráddust um loysing úr danska ríkinum.
Tað kostar at loysa úr fíggjarligu bindingunum við ríkið – endurtók forsætismálaráðharrin – men eg vil geva tykkum 3-4 ár at greiða hetta.
Árliga ríkisveitingin til Føroyar var um hetta mundið 1,3 milliardir krónur, harav var blokkurin umleið eina milliard, meðan restin var sjóverja, dóms- og politivald, kirkjan, eftirlønir og ymiskt annað.
Hin 1. januar 2002 samtyktu allir fýra fullveldisflokkarnir á Føroya Løgtingi at taka yvir málsøki, sum komu at kosta føroyingum 366 milliónir krónur árliga ella eina millión krónur um dagin frá nevnda dei og úti ókomna framtíð.
Tað tykist, sum fullveldismenninir hava valt at skerja samlaðu heildarveitingina milum triðing og ein fjórðing, soleiðis at fíggjarliga bindingin upp á 1,3 milliardir krónur skuldi verða komið niður á null eftir trimum til fýra árum – júst soleiðis sum framsett av forsætismálaráðharranum.
Hesar 366 milliónirnar vóru aktiv hjá lanndskassanum. Hesar 366 milliónirnar vóru ogn hjá landskassanum. Hesar 366 milliónirnar vóru ætlaðar fyrst og fremst almannaverkinum, heilsuverkinum og mentamálaverkinum, o gkundu tær nýtast á hvørjiu ári. Eins og páskaliljur og aðrar blómur, so komu tær aftur í landskassan á hvørjum ári. men nú hendi so tað, at fullveldismenninir skræddu hesa – í myndatalu – virðismiklu plantu upp við rót, og nú kemur hon so ikki aftur. Tí royna fullveldismenn við sparingum og útreiðsluneutraliteti at halda hesi trý málsøki so frætt flótandi, at tey kunnu ana.
Sum orðatakið sigur: »Et er søkort at forstá, et andet skib at føre.«
Hvussu leingi fara vanligir føroyingar at orka fíggjarliga at halda almannaverkið, heilsuverkið og mentamálaverkið flótandi undir verandi umstøðum? Hvussu leingi fara vanligir føroyingar at orka gjøgnum miðlar og útvarp at hoyra um hear tungu fíggjarligu byrðar, sum sulu leggjast á fólk9ð – fyrst og fremst tey gomlu, tey sjúku, tey veiku, pensiónistar v. m. ?
Aktivi ella ognir hjá landskassanum eru tódnað viðmilliardum av krónum við skerjan av heildarveitingini, og Føroya fólk, sum jú eru ognari av landskassanum, hevur ikki fingið so mikið su eina svisku aftur fyri skerjingina.
Ja, byrðarnar eru tungar og verða tyngri, sum maðurin segði, fyri tey á teimum iðastu rókunum. Men hetta er einans byrjanin. Tí nú eru komin undan moldini í myndatalu, trø í milliaraklassanum. Og hesi milliardatrøini vaksa nú seg stór á passiv-síðuni – skuldarsíðuni hjá landskassanum.
Og umframt allan trega við niðurskurðinum av blokkinum, so sleppa tey á niðastu rókunum heldur ikki undan at gjalda avdrøg og rentur av øllum komandi milliardalánum, sum vóru púra óneyðug, men sum fyri mestapartin eru komin vegna fleiri milliardir í minking av føstu inntøkum landsgassan vegna niðurskurð av heildarveitingini

Hvussu er hetta vorðið?
Er tá einki balsam í Gilead?

Loysunnarorðið hjá fullveldismonnum er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hinvegin haldi eg tað hava nógv meira at siga, hvussu fólkið hevur tað.