Tað elvdi til nógv rok í tinginum í síðstu viku, tá løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, upplýsti at eitt uppskoti var latið tinginum, har mælt varð til, at Sólja í Ólavsstovu varð sett fyri fimm ár aftrat sum løgtingsins umboðsmaður. Hetta hóast, at eingin semja var um málið frammanundan, og endin varð eisini, at fyri fyrstu ferð nakrantíð, varð umboðsmaðurin ikki einmælt valdur.
Í fjølmiðlunum hevur løgtingsformaðurin síðani hartað partar av løgtinginum fyri manglandi virðing fyri umboðsmanninum, men tað vil ein teirra, ið atkvøddu móti tilmælinum, Jákup Mikkelsen, ikki hava sitandi á sær.
Í drúgvum lesarabrævi í dag, svarar tingmaðurin ákoyringunum frá løgtingsformanninum, og grundgevur fyri hví hann ikki hevur álit á sitandi umboðsmanni.
- Sjáldan havi eg upplivað slíkan slíka øsing í løgtinginum sum tað, ið hendi fyri 5 árum síðani, tá umboðsmaðurin kom við síni drúgvu frágreiðing um óskilið í almennu fyrisitingini.
- Tingið setti tá eina grein 25 nevnd. Málið vað meldað til løgregluna. Og danskir serfrøðingar vórðu boðsendir at standa fyri tveimum tænastumannakanningum av aðalstjórum og kanningum av tveimum landsstýrismonnum. Í politikki kemur ivi ikki tí ákærda til góðar. Men rættartrygdin arbeiðir øðrvísi. Allir teir órættaðu persónarnir vórðu reinsaðir. Men milliónarokningina slapp føroyski skattgjaldarin ikki undan at rinda.
Hendan milliónarokning til føroyska skattgjaldaran, ið botnaði í eini skeivari løgfrøðiligari meting, heldur løgtingsmaðurin er nokk til, at hann má skiftast út.
- Hetta mál er so belastandi fyri sitandi umboðsmann, at eg skilji als ikki at tað kemur uppá tal at lata hann halda fram. Tí virðingin fyri umboðsmanninum er altavgerandi, um embætið skal fungera. Og embætið hevur kostað føroyska skattgjaldaranum dýrt.
Víðari vísir løgtingsmaðurin á, at umboðsmaðurin ikki fylgdi lógini í umtalaða málinum, tí sambært henni, so skuldi eitt tilmæli frá umboðsmanninum fylgt frágreiðingini.
- Hetta ger umboðsmaðurin ikki! Og tað er óivað høvuðsorsøkin til tann ruðuleika vit fingu. Lógin bleiv ikki fylgd.
- Úrslitið bleiv, at løgtingið sat við eini meira lemjandi frágreiðing ið var meira enn 100 síður. Men tann, ið hevði gjørt frágreiðingina hevði einki tilmæli, hóast lógin greitt ásetur at slíkt tilmæli eigur at gerast í slíkum føri.
Jákup Mikkelsen vísir á, at tað var ein feilur av løgtinginum, at tað setti kanningarbólkar at gera tilmælir í málinum, men at tað var óhugsandi fyri tingfólk, at tað var umboðsmaðurin, ið hevði gjørt ein feil.
Løgtingsmaðurin metir at enda, at álitið á umboðsmannin hevur fingið eitt so álvarsligt skot fyri bógvin, at tað verður torført nakrantíð at endurreisa álitið á stovninum.
- Í dag eru vit ikki eins heppin. Virðingin fyri embætinum hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Løgtingið kann endurseta umboðsmannin fyri eitt nýtt 5 árs skeið. Men tingið kann einki gera við tignina og álitið á embætið. Tað ber ikki til at lóggeva fyri slíkum.
Les alt lesarabrævi við at trýsta á her.