Hon fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.
Signy Birgittudóttir ringdi úr Klaksvík. Høvuðsvinningurin var á 150.000 krónur, og hon valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 150.000 krónum í hvørjum leypi.
Tað gekk væl at snara gekka-hjólinum í báðum teimum fyrstu royndunum.
Men, tað vantaði tað allar seinasta í til at ogna sær góða vinningin á 50.000 krónur.
Í fyrstu royndini streyk hjólið ein seym fram við bláa leypinum, og í aðru royndini steðgaði hjólið ein seym frá gula leypinum.
Í báðum teimum fyrru royndunum steðgaði hjólið á 12.500 krónum, men Signy Birgittudóttir valdi at brúka seinasta møguleikan eisini.
Tað høvdu helst øll gjørt, tí tað minsta tú kanst vinna í gekka-spælinum er 10.000 krónur. Og tað var júst 10.000 krónur, sum gjørdist vinningurin hjá Signy Birgittudóttir í Klaksvík í kvøld.
Hon greiddi vertinum, Magnusi Magnussen frá, at hetta var fjórðu ferð, hon hevði vunnið í gekka-spælinum, men fyrstu ferð, at hon var sloppin at snara hjólinum.
Tá spælið var lokið, og hon stóð við 10.000 krónum, helt verturin fyri, at hetta kundi hon saktans halda vikuskifti fyri. - Ja, saktans, var svarið hjá kvinnuni, sum ringdi úr Klaksvík í kvøld.











