Í dag kemur kvinnublaðið hjá Sosialinum, HON, í postkassarnar kring landið. Í blaðnum hesaferð kanst tú lesa um Harriet Olafsdóttir, sum var illa happa sum barn. Hon gjørdist einsom, og tí fór hon at skapa.
Les eisini: Eg varð illa happað
Umframt hjartanemandi upplivingar hjá Harriet Olafsdóttir, so kanst tú eisini fáa góð ráð til, hvussu tú kanst gera eitt vakurt, einfalt og stílreint veggjateppi, tá ið Birita Black borðreiðir við DIY síðunum hesaferð.
Ein stór kapping er í blaðnum, og fyri at luttaka ynskja vit at síggja tín yndis krók. Og sum íblástur hevur redaktiónin á HON tikið myndir av okkara yndis krókum heima við hús.
Fimm feministiskar teknifilmar verða útvaldir, sum tú kanst hyggja eftir saman við børnunum. Tjóðhild Patursson velur filmarnar.
Tað og nógv meira í blaðnum, sum also er í postkassum kring landið í dag.