Hon kann verða steinað til deyða

28 ára gamla iranska kvinnan Masoumeh Bakhtiari kann vænta at verða revsað fyri at hava verið manninum ótrúgv, fer hon aftur til Iran. Enn er hon í Noregi, men myndugleikarnir har ætla at senda hana heimaftur

- Eg biði ikki um pengar. Eg biði bara um eina fáa ein møguleika fyri meg og døtur mínar, sigur Masoumeh Bakhtiati við Bergens Tidende.

Í 1999 tók hon døturnar við sær og flýddi frá manninum, sum var rúsevnismisnýtari. Tey bæði vóru systkinabørn, og familjan noyddi hana at gifta seg við honum. Sjálv var hon bara 15 ár tá.

Hjúnarlagið gjørdist ein sonn marra og var merkt av harðskapi. Maðurin seldi rúsevni og var harafturat misnýtari sjálvur. Einaferð kom Masoumeh at kenna ein annan mann, sum henni dámdi væl, og maður hennara legði hana alt fyri eitt undir at hava verið sær ótrúgv.

- Hann royndi fleiri ferðir at taka lívið av mær, sigur tann 28 ára gamla kvinnan, sum enn tann dag í dag hevur arr eftir harðskapin.

Hon gjørdi av at flýggja úr Iran og fór fyrst til Danmarkar. Hon søkti um uppihaldsloyvi, men tá hon ikki hevði fingið svar trý ár seinni, fór hon til Noregs saman við døtrunum, sum eru tólv og níggju ára gamlar. Seinastu tíðina hevur nú búð saman við einum landsmanni, sum flýddi úr Iran longu sum 13 ára gamal, og sum í dag er danskur ríkisborgari.


Lýkur ikki treytirnar

Norsku myndugleikarnir halda ikki, at Masoumeh Bakhtiari lýkur treytirnar fyri at fáa uppihaldsloyvi í Noregi.

-Hon hevur ongantíð verið politiskt virkin. Trupulleikin er harðskapur og hóttanir hjá manninum, vandin fyri at missa døturnar, og at hon kann verða revsað fyri at hava tikið døturnar við sær úr Iran og fyri at hava verið manni sínum ótrúgv, skrivar norska útlendinganevndin. Niðurstøðan hjá nevndini er, at tann iranska kvinnan lýkur ikki treytirnar fyri at fáa uppiohaldsloyvi.

Masoumeh og maðurin, sum hon nú býr saman við, vilja sleppa at gifta seg, men so leingi hon ikki hevur uppihaldsloyvi í Noregi, kann hon ikki giftast. Tey kunnu giftast aðrastaðni, men tað er trupult.

-Tey flestu londini hava somu reglur sum her í Noregi. Hevur tú ikki uppihaldsloyvi, sleppur tú ikki at gifta teg, arbeiðaraflokspolitikarin Tor Bremer við Bergens Tidende. Hann hevur verið virkin í málinum hjá teirri iransku kvinnuni og døtrum hennara.

-Tað er neyðugt at gera vart við seg í einum so syrgiligum máli sum hesum. Tað, sum er hent í hesum málinum, er í mínum eygum so órættvíst, at tað kann ikki standa óátalað, sigur Tor Bremer.

Hann vísir á, at Amnesty International hevur skjalprógvað fleiri dømi um, at bæði menn og kvinnur eru vorðin steinað til deyða í Iran í seinastuni, tí tey hava verið hjúnarfelaganum ótrúgv. At teir konservativu vunnu tjóðartingsvalið, og at nýskipanarhugaðir politikarar ikki sluppu at stilla upp heldur norski politikarin vera tekin um, at tað er burturvið at senda fólk hagar, sum kunnu vænta sær deyðarevsing.


Eingi rættindi

Tá Masoumeh flýddi, fekk maður hennara hjúnarskilnað játtaðan. Kortini hevur hann seinni hótt við at gera seg inn á hana.

-Tað fyrsta, sum hendir, um eg fari aftur til Iran, er, at døturnar verða tiknar frá mær. Síðani fer fyrrverandi maður mín at melda meg til myndugleikarnar, og í Iran verða ótrúgvar kvinnur revsaðar við steining, sigur Masoumeh Bakhtiari.

Í tí konservativa muslimska landinum eru serligar reglur galdandi í sambandi við steining. Tá ein kvinna skal steinast til deyða, verður hon grivin niður í jørðina, so bringan er omanfyri. Steinarnir, sum verða tveittir eftir henni, skulu vera so mikið stórir, at teir kunnu drepa hana.

-Kvinnur hava eingi rættindi. Menninir ráða øllum. Og tær moralsku lógirnar ru strangar. Tey siga, at eg kann fara heimaftur, tí eg eri skild. Men tey mistaka seg. Tey, sum siga slíkt, kenna ikki Iran, sigur Masoumeh.

Hon dylir ikki fyri, at hon er vónsvikin.

-Allir okkara grannar trúgva okkum, men ikki teir norsku myndugleikarnir. Teir áttu í minsta lagi at hugsa um døtur mínar, sigur hon við Bergens Tidende.