Hon kann einki gera fyri at fáa arbeiðsfrið

BÚSTAÐIR Tað er ikki ov nógv kravt, at tveir vaksnir menn kunnu samstarva, sigur landsstýriskvinnan í bústaðarmálum

##med2##

 

Eg fái ikki givið teimum tænastuboð um at nakað helst. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í bústaðarmálum. Tað er rok í Bústøðum tí formaðurin í stýrinum fyri Bústaðir, Regin Hammer, og stjórin, Andras Róin, semjast ikki – og teir fimm nevndarlimirnir í Bústøðum, semjast heldur ikki sínamillum.

 

Ein avleiðing av tí er, at Bústaðir eru ikki virkisfúsar og hóast stovnurin varð umskipaður tíðliga í ár, og fekk heimild at lána 450 miliónir til bústaðarbygging, er ikki ein tann einasta verkætlan sett í verk enn.

 

Málið fekk nógva umrøðu í Løgtinginum í gjár, og har róðu fleiri løgtingslimir, bæði í samgongu, og í andstøðu, fram undir at blaka stýrið til hús og velja nýtt stýrið.

 

Men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at hon fær einki gjørt. Hon sigur, at stýrið er valt fyri tvey ár, so hon fær ikki skift tað út. Hon sigur eisini at stýrið er sett ímillum stovnin sjálvan, og landsstýrið, so hon fær heldur ikki givið teimum tænastuboð um nakað sum helst.

 

Hon sigur, at tað er ábyrgdin hjá stýrinum og stjóranum at fáa samstarvið at virka – og hon heldur eisini, at tað er ikki ov nógv kravt av tveimum vaksnum monnum, at teir finna stevið og kunnu samstarva, um tað, Løgtingið hevur samtykt, at teir skulu gera. Her sipar hon til stýrisformannin og stjóran tí tað eru teir báðir, sum skulu finna stevið aftur, so at tað verður arbeiðsfriður

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýriskvinnuna greiða frá, hví hon einki fær gjørt fyri at loysa trupulleikarnar í Bústøðum