Hon jagstrar al-Qaeda

Bretska trygdartænastan MI5 hevur vunnið ein stórsigur í bardaganum ímóti altjóða yvirgangi. Á ovastu rók í tænastuni situr ein kvinna.

Í dag er Eliza Manningham-Buller 58 ára gomul. Eingin veit við vissu, hvussu leingi hon hevur arbeitt fyri MI5, tí slíkt verður ikki almannakunngjørt, men hildið verður, at tænastan setti seg í samband við hana longu í 1971, tá hon gekk á lærda háskúlanum í Oxford. Hon tók kortini ikki av, men arbeiddi sum lærari í trý ár, til hon fór upp í MI5 í 1974.

Tað kalda kríggið var í hæddini um tað mundið, og Eliza varð sett av skriva avlurtaðar telefonsamrøður hjá diplomatum úr teimum eysturevropeisku londunum. Men hennara nærlagni og ágrýtni gjørdu, at longu tíðliga varð hon sett til at avdúka fremmandar njósnarar. Hon bleiv sett at leiða mótnjósningina móti Sovjetsamveldinum, og í hesum starvi lærdi hon, at tað týdningarmesta hjá tí, sum jagstrar njósnarar, er at duga at tiga. Soleiðis var tað millum annað henni og hennara dygdum fyri at takka, at sovjetskir njósnarar í London eisini kundu njósnast fyri Bretland ímóti teirra egna landi, uttan at Kreml óraði ilt.

Seinni bleiv Eliza Manningham-Buller flutt á deildina, sum skuldi taka sær av yvirgangi. Hon var við til at kanna vanlukkuna, tá agentar úr Libya sprongdu eitt flogfar uppi yvir Lockerbie í Skotlandi. Seinni bleiv hon sett til at kanna virksemið hjá IRA, og aftan á atsóknirnar at USA í september í 2001 varð hon sett til at jagstra al-Qaeda. Árið eftir gjørdist hon onnur kvinnan í ovasta starvinum í MI5.


Sjónlig

Sum stjóri í bretsku trygdartænastuni hevur Eliza Manningham-Buller verið meiri sjónlig enn hennara undanmenn, og hon hevur eisini gjørt MI5 meiri sjónliga. Eitt nú er tað henni fyri at takka, at vit í dag kunnu fara inn á heimasíðuna hjá MI5 og kunna okkum um, hvussu stórur vandi er fyri yvirgangi í Bretlandi.

Bara tað, at tænastan hevur eina heimasíðu, er ein kollvelting í sjálvum sær, tí fyri bara tjúgu árum síðani høvdu bretsku myndugleikarnir ilt við at viðganga, at tað yvirhøvur var nakað, sum æt MI5.

Almenningurin veit lítið um Eliza Manningham-Buller. Vit vita, at hon eigur eingi børn, men at hon er gift manni, sum eigur fimm børn. Hvussu maðurin eitur til eftirnavn er eitt loyndarmál, men sambært bretskum fjølmiðlum er tað neyvan av tilvild, tí tað sigst, at hann var sera vinstrahallur sum ungur.