Hon hjálpir tá ið øll hini góvu upp

Í morgun fekk ein virðilig fyrimynd ársins kærleikskúlu hjá Dugna

- Tey, sum koma til hana at fáa hjálp, eru ofta uppgivin alla aðrastaðni.

Tað segði Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, tá ið hon handaði ársins kærleikskúlu hjá Dugna í morgun.

Tað er Astrid Andreasen, listakvinna, sum hevur gjørt kærleikskúluna sum er ein kúla við lundum við pisu, á.

Hon ímyndar móðurkærleikan, sum ber boð um kærleika, fjálva, umsorgan mildleika, eymleika, hjálp og nærveru, segði Ása Olsen, stýriskvinna í Dugna.

 

- Men tað er úst hetta, sum eru eyðkennini fyri Anne Karin Kjeld í felagnum fyri lesi- og skriviveik og tað er hon, sum fær ársins kærleikskúlu í ár.

Ása Olsen sigur, at tey, sum hava vent sær til Anne Karin, eru ofta útihýst alla aðrastaðni og hava ikki havt stórvegis vónir um eina framtíð.

- Anne Karin Kjeld er farin um hesi fók sum eingin annar og í nøkur ár hevur hon nú skipa fyri undirvísing fyri lesi- og skriviveik í Tróndargøtu, har einir 40 næmingar ganga.

Nógv av hennara arbeiðið ger hon ókeypis og hon sigur, at hennara størsta upplivilsið er at síggja at hennara næmingar fáa eina útbúgving, eitt lív, og reisast aftur, sigur Ása Olsen.

 

Sjálv takkaði Anne Karin fyri allan tann stuðul hon hevði fingið í arbeiðnum, tí var hann ikki, hevði einki borið til.

Kærleikskúlan er gjørd í avmarkaðari nøgd og fæst til keyps í gávubúðum kring landið.