Í dag verður Diana prinsessa jarðað. Roknað verður við, at nakrar milliónir bretar fara at standa í gøtunum og fylgja prinsessuni til gravar. Men tað eru ikki bert bretar, sum syrgja. Allur heimurin syrgir Dianu. Einar tvær milliardir fólk kring allan heim fara at fylgja jarðarferðini á sjónvarpsskíggjanum. Útlit eru fyri, at hetta verður kanska tann jarðarferðin, ið fer í heimssøguna sum tann , ið hevur vakt mest ans nakrantíð. Tað er kanska bara jarðarferðin hjá J. F. Kennedy, forseta í USA, sum fer at koma nær námind jarðarferð Dianu.
Eisini í Føroyum fara fólk at fylgja jarðarferðini á sjónvarpsskíggjanum, har hon verður send á teimum flestu rásunum.
At deyði Dianu hevur vakt ans í Føroyum eisini sæst m.a. av teimum mongu blómunum, sum fólk hava lagt við flaggstongina á bretska konsolátinum í Havn.
Johan Mortensen, bretskur konsul sigur við Sosialin, at tað er hugaligt at síggja fólk koma við blómum og takkar hann fyri sýnda samkenslu.
Ótrúligt
Ein teirra, sum upplivdi deyða Dianu á ein meira serstakan hátt enn flestu føroyingar gjørdu tíðliga sunnumorgunin, er Heri Kragesteen, psykologur. Hann var við einum skúlaflokki í Skotlandi og skuldi koma heimaftur leygardagin. Men flogfarið hevði teknisk brek so tey komu ikki heimaftur fyrr enn sunnukvøldið. Vit lata Hera sjálvan greiða frá, hvussu hann upplivdi tíðindini um deyða Dianu:
-Tað var ein heilt serstøk kensla at vakna sunnumorgunin og tendra fyri sjónvarpinum. Sorgin merktist alla staðni. Tænararnir vóru merktir av sorg og alt arbeiðið líkasum varð lagt lamið. Hetta var heilt ótrúligt.
Hvørjar tankar hevur Heri Kragesteen so gjørt sær um reaktiónirnar millum fólk!
Symbolskt virði
-Reaktiónirnar vísa okkum, at Diana prinsessa hevur havt eitt ómetaliga sterkt symbolskt virði. Hon hevur so eisini verið ótrúliga poppuler, tá hon hevur livað. Lutvíst hevði hon alla ta karisma, sum tað kongaliga hevur við sær. Hon var konufólk, og hon sá gott út. Hon hevur torað at tikið lívið í egnar hendur, og hon hevur prioriterað børnini høgt.
Heri Kragesteen heldur, at áhugin og samkenslan við Dianu eisini hevur nakað við fátækradømi at gera. -Í Bretlandi og ikki minst í Skotlandi er stórt fátækradømi. Økini, sum hon hevur tikið til sín, eru so eisini júst tey, sum eru harðast rakt í so máta. Sum persónur hevur Diana víst ein ektaðan og ærligan áhuga fyri teimum, sum eru skúgvað til viks, eitt nú Aidssjúklingum, teimum fátæku, børnunum, teimum eldru, og so hevur hon eisini tikið upp spurningin við landminunum.
Pressan eitt tvíeggjað svørð
Heri Kragesteen heldur , at hon hevur dugað ótrúliga væl at brúka pressuna - og seldi hon sína sál fyri tey hjartamál hon hevði. Hetta var so kanska at meta sum eitt tvíeggjað svørð, og var tað kanska heldur ikki so løgið, at hon fekk ta lagnu hon fekk.
-Men hon hevur vágað nakað. Hon hevur víst heilt ítøkiliga, at hon meinti, tað hon segði, tak sum dømi skilnaðin og ikki landminurnar, har hon fór út í vandamikil øki uttan trygdarvørar ol.
Reaktiónin millum fólk er tí eisini tann, at tað er skapt ein mynd, sum rakar djúpt inn í nøkur grundleggjandi viðurskifti hjá okkum øllum.
Heri Kragesteen vísir víðari á, at heimurin er sera samansettur og fløktur, og vit hoyra nógv um neyð og elendigheit.
-Tað, sum Diana hevur staðið fyri, var nakað konstruktivt, og eg trúgvi, at tað er slíkt, sum rørir okkum sigur Heri Krageseen, sum heldur ikki dylur fyri, at hann sjálvur fekk ein klump í hálsin - hóast hann ikki kennir seg serliga royalan.
Ævintýrið, sum ikki endaði væl
Hann leggur aftrat, at alt hetta slær so eisini uppá nakrar heilt serligar streingir í sinninum hjá okkum. Tað er sum eitt ævintýr við fólksins prinsessu ol. Men hetta ævintýrið endaði ikki gott, og á sálarligum støði er hetta kanska uppaftur meira skelkandi.
-Hon vildi, at ævintýrið skuldi enda gott, men so varð ikki, og endin ævintýrið, fekk tekur okkum kanska uppaftur meira av fótum.
Hóast hann heldur, at reaktiónin hjá fólki er væl skiljandi, so heldur Heri Krageseen, at vit mugu ansa okkum eitt sindur eisini, soleiðis at hetta ikki verður til veruliga dyrkan av einum deyðum persóni, at hon ikki verður gjørd til martyr.
Kann henda sorg og dyrkan fáa nakrar veruliga negativar avleiðingar spurdu vit sálarfrøðingin:
-Ein kann verða tann, at øll onnur mál verða skúgvað til viks. Og ein onnur er vandin fyri, at politikarar fara brúka hetta sum eitt høvi at pilka við frælsi hjá pressuni. Síðani mugu vit ansa eftir ikki at skapa øsing kring hetta málið.
At eisini føroyingar vísa øllum hesum ans og leggja blómur uttan fyri bretska konsulátið heldur Heri Kragesteen er tekin um, at vit eru ein integreraður partur av alheimssamfelagnum, soleiðis at tað sum rørir seg í Bretlandi, eisini rørir seg her hjá okkum.
-Vit eiga eftir mínum tykki fyrst og fremst at minnast málini, sum Diana stóð sum eksponentur fyri eitt arbeiðinum saman við Reyðakrossi og mongum øðrum.