Hon hevði ikki stuðul aftan fyri seg

Jógvan Skorheim gleðist um, at Wick framhaldandi vil vera vinabýur hjá Klaksvík, og sigur, at Gail Ross eftir øllum at døma ikki hevði stuðul aftan fyri seg í royndum sínum at kvetta vinasambandið.

Roger Saxon, økisleiðari, og Gillian Coghill, borgarstjóri í Caithness í Skotlandi, hava nú skrivliga boðað Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, frá, at tey ynskja at varðveita og styrkja sambandið millum Wick og Klaksvík.

 

Sostatt ganga tey beint ímóti fráboðanini, kommunustýrislimurin, Gail Ross, í august í fjør sendi Klaksvíkar kommunu um, at vinarbýarsamstarvið, sum annars hevur verið síðani 1995, kundi ikki halda fram, tí føroyingar drepa grind.

 

Wick er ein av 19 býum í Caitness-landspartinum, og bæði Saxon og Coghill gera í nýggja brævinum greitt, at meirilutin í stjórnini í Caithness ikki stóð aftan fyri áheitanina, sum Gail Ross av sínum eintingum sendi Klaksvíkar kommunu.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, er sera fegin um, at tey, ið varða av Wick, hava tikið sær betri partar fyri, og greiddi nærri frá í Rás 2.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Rás 2.