Hon heldur fram sum stjóri

Hon er errin av at standa á odda fyri Norðurlandahúsið

Her er Gunn Hernes í sambandi við eina verkætlan við norðurlendskum plantum.

Tað er nú greitt, at Gunn Hernes úr Noregi verður verandi stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum í fýra ár afturat. Hon varð sett sum stjóri í tann fyrsta juni í 2018 og starvstíðin er fýra ár. Sáttmálin kann leingjast eina ferð, og tað er nú hent, so at hon verður verandi stjóri til 1. juni 2026.

 

Tey siga í tíðindaskrivi, at ein av fyrstu ætlanunum hon hevði, tí ið hon tók við í 2018, var at leggja Norðurlandahúsið um til grøna orku. Tað eru nú fýra ár síðan, og málið er ikki rokkið enn. Men er framvegis eitt mál, sum skal røkkast hesi næstu fýra árini. Tey arbeiða við ymsum møguleikum saman við kommununi.

 

Hon errin av at standa á odda fyri Norðurlandahúsið. List og mentan eru ein partur av tí góða lívinum og eru tey við til at skapa, sigur hon. Hennara endamál er at Norðurlandahúsið skal røkka út til øll í Føroyum. Eitt av mentanartiltøkunum, hon er er fegin um hesi seinastu árini, er tónleikafestivalurin Nordic Music Days, ið varð hildin í Føroyum fyri fyrstu ferð í 2021 í samstarv við Dansk Komponistforening og Felagið Føroysk Tónaskøld.

 

– Her fekk føroyska mentanarlívið høvi at vísa seg fram og samstindis gav tað fólki nakrar framúr konsertir. Harumframt verður meiri dentur lagdur á leiklist og dans, men hon heldur eisini, at tað er týdningarmikið at birta uppundir samfelagskjakið við at seta nýggjastu evnini á breddan, so sum skrivi- og talufrælsi, LGBT+ rættindi, javnstøðu, metoo, og onnur evni.

 

Nú hon heldur fram, sigur hon, at vit skulu framvegis arbeiða við at vísa norðurlendska list og mentan fram í Føroyum - og føroyska list og mentan fram í Norðurlondum. Næsta ár eru 40 ár síðani Norðurlandahúsið varð tikið í brúk og tað skal hátíðarhaldast.  

 

Her er Gunn Hernes í sambandi við eina verkætlan við norðurlendskum plantum.