Hon gavst at selja mótaklæði

- Tað er einki skeivt í tí, at fólk sita í einum starvi alt arbeiðslívið, men tað skal eisini verða loyvt at broyta starvsmynstur. Fyri mín part, seti eg eina æru í at byggja nakað upp, heldur enn at fáa "medalju" fyri langa og trúgva tænastu, sigur Katrin í Gongini, sum seinastu 17 árini hevur verið stjóri í mótahandlinum Klivanum

Dagny Joensen
?????
Tað er stutt fráliðið síðani Kartin í Gongini fór frá sum stjóri í Klivanum. Tekin um at hon hevur verið væl umtókt í hesum arbeiði sæst heima hjá henni, har blómur og takkarkort frá viðskiftafólkum í stórum tali prýða stovuna.
- Eg fari frá einum handli í framgongd. Tað er ein góð kensla, serliga tá eg havi valt tað sjálv. Annars hevði tað ikki verið til at borið, sigur Katrin.
Hóast hon bert er 57 ára gomul, hevur hon verið á arbeiðsmarknaðinum í samfull 40 ár. Katrin fór í starvsvenjing á Tjaldurs Apoteki í 1964, og tað gav henni hugskotið at fara til Danmarkar at útbúgva seg til farmakonom, sum er hjálparfólk hjá apotekarum.
Heimafturkomin í 1972 fór hon á Apotekið at arbeiða, og var har til 1987, tá hon fekk í boðið at stovna og byggja upp mótahandilin í SMS.
Tá eitt ár var umliðið keypti hon handilin.
Stund at broyta kós
? Seinastu tvey árini havi eg hugsað um at enda hetta kapitlið í mínum arbeiðslívi, og tá høvi beyðst, tók eg stigið fult út, sigur Katrin í Gongini.
Hon hevur hesi árini broytt og umvælt handilin 11 ferðir og heldur, at nú var henda avbjóðingin rokkin. Mótahandilin er nú júst sum hann skal vera, og hon kann við góðari samvitsku handa hann til nýggju eigararnar.
Tað hava verið hendingarík og áhugaverd ár.
? Tá tú hevur verið í eldinum í 40 ár, og hevur havt ábyrgd og skyldur fyri øðrum, hava onnur eisini havt ræði á tínari tíð. Tí er tað ein gáva at duga at síggja, at tað ikki nýtist at vera soleiðis altíð.
? Eg havi latið eina hurð aftur. Tað er ein prosess í sjálvum sær, men samstundis fara aðrar hurðar upp, sum eg ikki visti um, sigur Katrin í Gongini.
?
Tey róptu meg leysingabarn
Katrin í Gongini hevur at kalla verið einsamøll mamma við trimum børnum, síðani hon fór undir mótahandilin, men tað heldur hon ikki hevur verið nøkur forðing. Børnini vistu altíð hvar mamman var, og vóru eisini nógv í handlinum í frítíðini.
? Harnæst var pápi, sum búði á Skarvanesi, góður pápafigurur fyri børnini, serliga sonin. Teir gingu í haga, skóru torv og fóru á fjall saman og tílíkt, sigur Katrin í Gongini.
At hon hevur verið ógvuliga stjálvstøðug og megnað stóra arbeiðsbyrðu og familjulív, heldur hon kom av, at hon í uppvøkstrinum noyddist at stríðast meira enn onnur, fyri at gera seg galdandi.
? Eg hevði góð foreldur og ein góðan barndóm. Hóast nógv, góð fólk vóru um meg, setti ein skelkandi hending kortini dám á lívið hjá mær, sum hevur fylt mær til fyri fáum árum síðan, sigur Katrin í Gongini
? Tað var ein vanligan gerandisdag, stutt eftir at vit vóru vóru flutt heim úr Danmark, at nakrar gentur róptu "leysingabarn" eftir mær. Eg kendi ikki orðið, og fór at spyrja mammu, hvat hetta merkti.
- Tá fekk eg at vita, at Eyðun (Winther, blkv.), pápi mín, ikki var biologiski pápin.
? Hetta setti dám á mínar barna- og umgdómsdagar, tí eg kendi meg øðrvísi og helt, at eg ikki var sum hini, sigur Katrin í Gongini.
?
Pápabeiggin fann bróðurdóttrina
Sum tilkomin fór hon at leita eftir biologiska pápa sínum, sum var serfrøðingur í lungna- og ortopædi skurðviðgerðum. Hann hevði konu og fýra børn, men tað vóru tó persónligar umstøður hjá pápanum sum gjørdi, at samband millum pápa og dóttur ikki kom í lag fyrr enn seinni.
? Hetta gjørdi at eg ikki kendi meg heila og hevði torført við at finna mín samleika, sigur Katrin í Gongini.
Nøkur ár seinni kom ein pápabeiggi Katrina til Føroya í arbeiðsørindum. Hann visti at beiggi hansara átti dóttur í Føroyum, og fór at leita eftir henni.
Soleiðis fekk Katrin samband við systkin og familjuna hjá sær í Danmark.
? Sjálvandi hevur tað verið ein saknur í lívinum, at tað gingu so nógv ár, áðrenn eg hitti pápa mín, men so mikið betur: Hann er ein persónligheit, sum gevur mær eina kenslu av at vera heilskapað.
Fyri tveimum árum fylti pápin 80 ár. Hann bjóðaði familjuni - eini 36 fólk og Katrini við familju, eina ferð til Kreta í 14 dagar.
? Tað var ein sonn uppliving at vera saman við familjuni. Løgið var eisini at hoyra tey siga, hvussu nógv eg líktist pápanum í faktum og verumáta, gongulagi o.s.fr.. Beiggjarnir í Danmark siga, at eingin í familjuni líkjast so nógv sum vit bæði.
?
Mamman býr í grannalagnum
Katrin ætlar sær ikki at sita hendur í favn, fyri tað um hon er givin at arbeiða í mótahandlin-um.
? Tað besta sum eg havi fingið, er at eiga tíðina fult og heilt. Eg eri farin undir at umvæla húsini, og kann gera sum eg vil. Um eg verði verandi ella fari av landinum, stendur mær frítt fyri.
? Mamma mín, sum býr í grannalagnum, sigur, at eg ikki skal setast aftur fyri hennara skyld. Vit hava altíð verið tætt knýttar, og tosa saman hvønn dag. Nú kunnu vit vitja hvør aðra, eisini í dagtímunum, tað er hugaligt, sigur Katrin og situr tigandi lítla løtu.
? Tað er einki skeivt í tí, at fólk sita í einum starvi alt arbeiðslívið, men tað skal eisini verða loyvt at broyta starvsmynstur. Fyri mín part, seti eg eina æru í at byggja nakað upp, heldur enn at fáa "medalju" fyri langa og trúgva tænastu.
? Hevur tú dirvi at royna nakað nýtt og hevur teg sjálva við, um tú kastar teg út av ovastu vippuni, er tað persónligur vøkstur, og gevur mær kensluna at liva fult og heilt, sigur Katrin.
Fer kanska inn á gomlu slóðina
Í sínum yrki hevur Katrin í Gongini knýtt nógv vinarbond og fingið samband við starvsfelagar í Danmark og aðrastaðni. Nú tað frættist at hon er givin í Klivanum, hevur hon fingið nógv tilboð og fyrispurningar um ymiskt arbeiði.
? Eitt nú tilboð innan gamla farmakonom yrkið, sum snýr seg um gransking. - Kanska fari eg inn á gomlu slóðina aftur, hvør veit? sigur Katrin brosandi - ella okkurt annað. Møguliga innan ferðavinnu, og sum triði møguleiki ein uppgáva, sum hevur við mentan at gera.
Fyribils fari eg á fund við danskan granskara á heilsuøkinum, sum starvast í Rom. Harnæst havi eg eina uppgávu innan mótaheimin. Tað er at skipa fyri eini mótasýning á EuroFashion í Berlin, har dótturin Barbara, sum er sniðgevi og onnur skulu luttaka, sigur Katrin í Gongini, sum annars heldur, at hetta verður seinasta uppgáva hennara innan mótaheimin.
? Mín ætlan er at finna eina nýggja hill at arbeiða út frá, har eg kann bróta upp úr nýggjum. Síðani fari eg at nýta ta tíð sum skal til, fyri at fáa tað at virka, sigur Katrin í Gongini.
?