Hon er sera góð við sjúklingarnar

Her er ársins sjúkrarøktarfrøðingur

Tað er Tórhild Bærentsen, sum er ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2020. Tað er greitt eftir aðalfundin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í gjár.

 

Tórhild Bærentsen er sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum og nú hon er kosin at vera ársins sjúkrarøktarfrøðingur, fær hon tað skoðsmálið, at hon er ein eldsál, ið hevur staðið á odda at fremja batar við tí endamáli, at sjúklingurin fær bestu røkt og viðgerð.

 

– Hon hevur ment mannagongdir, sum eru komnar bæði vandum, og ikki minst nýggjum starvsfólki, til góðar, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um hana.

 

Tey leggja afturat, at hon er sera góð við sjúklingarnar, og hon er ein avbera góður starvsfelagi, sum altíð er til reiðar at hjálpa. Tey vísa eisini á, at hon er semjusøkjandi, er dugnalig í tvørfakligum samstarvi og dugir sera væl at læra frá sær.

 

Tey skriva, at hennara sjúkrarøkt er eisini rokkin langt út um landoddarnar, har hon eitt tíðarskeið gjørdi sjálvboðið hjálpararbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur. Harumframt hevur hon í nógv ár vunnið sær starvsroyndir uttanlands og tað sæst aftur á arbeiðsplássinum.

 

Við sínum ótroyttiligu betranarátøkum hevur hon lyft sjúkraøktina á eitt høgt fakligt stigi, siga tey í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Myndin er av heimasíðuni hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.