Løgreglan í Bergen í Noregi er komin í rasshaft av einari ungari kvinnu. Kvinnan sigur, at hon eitur Anastasia Jerusalem, og at hon er prinsessa. Kvinnan tosar enskt og spanskt, men løgreglan veit ikki, hvørjum landi hon er úr. Kvinnan varð fyrstu ferð tikin í Oslo í summar, og síðani 6. november hevur hon verið í Bergen. Løgreglan hevur nú biðið almenningin um hjálp fyri at fáa greiði á, hvør Anastasia Jerusalem veruliga er.










