Hon er nýggjur rektari á miðnámsskúlanum í Suðuroy

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Guðrið E. Johansen í starvið sum rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá 1. februar 2019.

 

Guðrið E. Johansen er 43 ára gomul og er cand.scient. í geofysik frá Københavns Universitet í 2004. Harumframt hevur hon lisið geografi sum hjáfak og tikið námsfrøðiliga útbúgving til miðnámsskúla í alisfrøði og geografi (pedagogikum). Í løtuni er hon eisini í gongd við at lesa hjánám í støddfrøði á Fróðskaparsetur Føroya.  

 

Guðrið E. Johansen hevur  verið studentaskúlalærari í gott 10 ár eitt nú bæði í Noregi, Grønlandi og Føroyum Seinastu árini hevur Guðrið E. Johansen starvast í Miðnámsskúlanum í Suðuroy sum lærari umframt at hon hevur røkt ávísar umsitingarligar uppgávur har í tvey ár.