Amerikanska tíðarritið Forbes hevur gjørt ein lista yvir heimsins best løntu modellir, og ein av modellunum er í serflokki.
Brasilska Gisele Bundchen forvann í fjør 262 milliónir krónur, og tað er næstan seks ferðir meira enn tann næsta modelllin á listanum.
Hetta er áttanda árið á rað, at Gisele er ovast á hesum lista.
Sambært Forbes hevur 34 ára gamla Gisele forvunnið 2,15 milliardir krónur upp á sína yrkisleið sum modell.
Best løntu modellirnar í fjør:
1. Gisele Bundchen: 262 mio. kr.
2. Doutzen Kroes: 44,6 mio. kr.
2. Adriana Lima: 44,6 mio. kr.
4. Kate Moss: 39 mio. kr.
4. Kate Upton: 39 mio. kr.
4. Miranda Kerr: 39 mio. kr.
4. Liu Wen: 39 mio. kr.
8. Alessandra Ambrosio: 27,9 mio. kr.










