Dagny Joensen
Hon hevur staðið framman fyri eini 1800 fólkum og ballað seg inn í cellofan fyri at tekkjast manninum, og opinskárað sagt frá sínum lívi sum kona, mamma og kvinna við starvsbreyt.
Tað er Kristina S. Hansen, sum einsamøll hevur framført sjónleikin "Sellofan", ið higartil hevur verið framførdur fyri fullum húsi eini 18 - 20 ferðir á Meiarínum.
Um hvussu hon m.a. kennir tað at standa hálvnakin framman fyri stórari áskoðarafjøld, og hvussu fólk taka ímóti leikinum, sigur Kristina frá, eins og hon ger viðmerkingar til ymiskt í søgugongdini og førir tað yvir til nútíðar kvinnulív her á landi.
Enn er Sellofan" ikki liðugt spældur í Havn, men møguliga verður seinni farið út ferðast við leikinum, sum hevur fingið so góða undirtøku.
38 ára gamla Kristina S. Hansen kennir seg aftur í nógvum av tí, sum Elin sigur frá í leikinum, eitt nú um útiarbeiði og familjulív í gerandisdegnum.
Kristina var útbúgvin sjónleikari av Leiklistaskúla Íslands í 1993, og hevur síðani arbeitt í leikbólkinum Grímu og nú Tjóð-palli Føroya. Hon hevur verið við í eini 20 - 30 sjónleikum leikum hesi árini.
Kristina og Rói á Rógvu Joensen eiga syninir Teitur, sum er níggju ár og fimm ára gamla Niklas.
Ein stuttlig søga
Um hvussu tað er sum sjónleikari at ganga og rokast í stuttum undirkjóla millum áskoðararnar, har hon í sínum leikluti sum Elin, av øllum alvi og við skemtiligari frásøgn lýsir, hvussu henda kvinnan roynir at fáa stundir til allar uppgávurnar í gerandisdegnum, sum er at taka sær av børnunum, manni og útiarbeiði. Tað spyrst ein stuttlig søga burtur úr, sum eisini hevur álvarsligar undirtónar.
Hvat hugsaði tú, tá tú las handritið fyrstu ferð?
Eg helt tað vera stuttligt, av tí at tað hendi so nógv í leikinum og av tí at eg kendi aftur Bjørk Jakobsdóttir, sum hevur skrivað leikritið, og hennara hugsunarhátt. Vit báðar gingu á leiklistaskúlanum í Reykjavík.
Tá venjingarnar byrjaðu, helt eg tað vera løgið at ganga soleiðis ítalin, men tá leikurin kom á pall, hevði eg ongar trupulleikar av hesum. Elin virkar nærum manisk í sínum ovfarakæti, og tí vóni eg bara, hvørja ferðina leikurin byrjar í forstovuni, at eg komi væl frá tí.
Eg hugsi ikki so nógv um tað, at eg eri rættiliga ber á pallinum. Spælið er so ógvusligt og fær rættiliga sveittan fram. Tá er tað ein fyrimunur, at vera so lætt ílatin, sigur Kristina S. Hansen brosandi.
Hóast hetta er ein skemtileikur, so er tað ein avbjóðing hvørja ferð eg fari á pallin, av tí at eg framman undan ikki veit, hvussu áskoðarnir taka ímóti mær. Eingin framførsla er eins, og Elin hundsar við fólki frá byrjanini. Tað kann virka eitt sindur áleypandi, men tað hava fólk tikið væl ímóti. Tað hevur ikki verið nakar trupulleiki higartil, sigur Kristina S. Hansen.
Hon hevur bert fingið positivar viðmerkingar frá fólki, sum hava sæð leikin.
"Loyniligt upptøkutól"
Nógv konufólk kenna seg aftur í onkrum av tí sum Elin sigur og ger. Vit, sum eru mammur, konur og hava útiarbeiði, hava somu trupulleikar at berjast við og Elin, hóast hon ger í so nógv av, heldur Kristina.
Eg havi ikki upplivað nakað neiligt við framførsluni. Tað kemst ivaleyst av, at markið fyri hvat er loyvt, longu er burtur áðrenn leikurin byrjar, sigur Kristina og sipar til, at Elin tekur ímóti áskoðarunum, tá tey koma inn á Meiaríið.
Hvat siga áskoðarnir við teg aftan á framførsluna?
Eg havi fingið nógvar viðmerkingar, men skal eg taka dømi fram, so er tað m.a. tá Elin kemur ov seint í barnagarðin og hvussu starvsfólkið roynir at niðurgera overvaðu mammuna.
- Av meira skemtiligu viðmerkingunum er tann, at onkur spurdi meg, um vit høvdu havt "loyniligt upptøkutól" heima hjá teimum, og at fleiri kvinnur tá søgdu, at tær høvdu hugsað tað sama.
Kennir tú teg aftur í leikinum?
Tað geri eg fyri sovítt í einstøkum førum. Eitt nú í tí at kvinnur hava so nógvar dupultfunktiónir, og skulu fáa alt at hanga saman heima, umframt at skapa sær starvsbreyt, fyri at fáa hægri starv og meira í lønarposan. Ein trupulleiki er eisini, at partar av uppalingini av børnunum liggur aðrastaðni enn heima hjá foreldrunum.
Tað kennist sum er rákið í nútíðini, at familjur skulu hava so nógvar fyriskriftir at ganga eftir, fyri at sita til vanliga familjumynstrið. Elin lesur um kanningar og hagtøl fyri at uppfylla fyriskiftirnar, hvussu hjún skulu liva saman. Tá hon lesur um eina hagtalskannning, sum sigur, at røtt hjún skulu hava sex tvær - tríggjar ferðir um vikuna, verður hon ørkymlað, tá hon kemur í tankar um, at hon og maðurin bert hava sex tvær ferðir um mánaðin. Tað noyðist hon at gera nakað við, hóast hon hvørki hevur hug ella stundir.
Í einum vikublað hevur hon lisið um 10 hættir at tekkjast manninum. Hon velur ein burtur úr, sum er at balla seg inn í sellofan. Tá maðurin kemur heim, skal hon liggja innballað sum ein sexpakki hjá manninum at pakka upp.
Tað er eisini soleiðis í veruleikanum, at fólk hava so nógv um at vera, og at tey ikki hava stundir ella orku at uppfylla krøvini, sum verða sett teimum, sigur Kristina S. Hansen.
Sum Elin sigur einastaðni, at hon noyðist at gera tíðarætlan fyri vikuskiftið, av tí at bæði foreldur og børn hava so nógv at gera. Tey skulu til fótbólt, bjóða fólki til døgurða, fara í kirkju o.s.fr., umframt at hava stundir til sex.
Kann hesin leikurin læra okkum nakað?
Hann sigur ið hvussu so er, at vit noyðast at taka okkum stundir, sjálvt um tað ikki altíð riggar so væl, so sum í royndini hjá Elini.
Hartil kemur, at opinleikin um sex er so nógv størri í dag, enn áður. Fólk koma í tvístøðu, tá tey ikki at fáa tíð til alt í vikuskiftinum, umframt alt annað í gerandisdegnum.
Kravmikil leiklutur
Kristina sigur, at leikurin stendur og fellur við spælinum hjá henni, og hvussu væl hon er uppløgd tá framførsla er, men viðgongur, at tað hava verið onkrar "móðar" framførslur, av tí at einmans- leikluturin er so strævin. Hon skal spæla seg gjøgnum handritið, sum er umleið 40 A4 síður til støddar. Tað krevur nógva orku, men sjónleikarar eru eins og onnur fólk. Teir hava góðar og minni góðar dagar.
Hava kvinnurnar verið í meirluta til sýningarnar?
Tað er so ymiskt frá kvøldi til kvøld. Onkuntíð hava kvinnurnar verið í meirluta, meðan tað onnur kvøld hava verið nógv mannfólk - og teir flenna eisini í skellilátri.
Heldur tú at kvinnur gera so nógv sum Elin, fyri at tekkjast monnum sínum?
Kvinnur eru helst soleiðis háttaðar, at tær vilja vera perfektar sum mammur og konur, og halda tað verða neyðugt at fornýggja kynslívið, fyri at halda spenninginum til hitt kynið uppi.
Soleiðis er kanska ikki í Føroyum og kortini tíðin er øgeliga hektisk eisini hjá okkum, kvinnur eru partar av samfelagnum og noyðast at fylgja við, annars dragnar tær burtur úr. Tað kunnu kvinnur í Føroyum heldur ikki loyva sær, tí vit mugu hava tveir lønarposar, fyri at fáa endarnar at røkka saman, sigur Kristina.
Hvat kann hesin leikur læra okkum?
Við hesum leikinum kunnu vit varpa ljós á ymiskt í tilveru okkara, og seta spurnartekin við, hví vit jagstra okkurt, sum vit ikki vita hvat er. Er veruleikin tann, at vit bert skulu vísa okkum úteftir?
Eg haldi eisini tað sigur nakað um samfelagið, at kvinnur lata seg ávirka av hagtalskanningum, hvussu ofta hjún skulu hava sex o.s.fr.. Hetta er ikki óvanligur lesnaður í bløðunum.
Sum Elin sigur í leikinum, sex kemur í síðstu rekkju, ella mugu vit bara gera tað um morgunin. Kanska er tað ein spurningur um javnrættindi millum hjún, og um at býta uppgávurnar millum sín, sigur Kristina S. Hansen og leggur aftrat:
Veruleiki ella parodi
Tað er í lagi at kvinnur fara út á arbeiðsmarknaðin, men veruleikin er, at tær framvegis hava somu umsorganaruppgávur og skyldur og áður. Tær skulu bert kvika sær at fáa alt frá hondini heima, áðrenn tær fara til arbeiðis.
Kunnu vit brúka søguna hjá Elini til nakað?
Hon setur ið hvussu er tingini í perspektiv, men eg haldi eisini, at tað er gott at flenna at sær sjálvum. Er tað so illa statt, ella? Hetta er ikki nakar klassiskur leikur, og tað er eitt lættilsi við hvørt, men ein leikur, sum avspelgar nútíðina - og ikki tað stóra dramaið.
Heldur tú at hesin leikurin verður eins aktuellur um 10 ár?
Eg veit ikki um hann yvirhøvur sigur okkum nakað um 10 ár. Tá hava vit kanska funnið annað mynstur millum kvinnu og mann, sum ikki líkist tí, sum er galdandi í dag.
- Tú kanst kanska eisini siga, at Elin bert er ein nútíðar avbronglan ella parodi av kvinnuni, sum altíð skal vera í góðum lag og síggja gott út, sigur Kristina S. Hansen.