Condoleeza Rice hevur givið kanningarnevndini eina frágreiðing, men tað var fyri afturlatnum hurðum, og tað er nevndin ikki nøgd við. Hon vil sleppa at avhoyra trygdarráðgevan í tí vanliga hoyringarrúminum, haðani alt verður sent beinleiðis í sjónvarpi.
Men George W. Bush, forseti, og stjórnin hava sagt kortanei. Grundgevingin er, at eingin trygdarráðgevi er avhoyrdur alment fyrr, og at samarbeiðið ímillum forsetan og trygdarráðgevan eigur at vera loyniligt.
Næstformaðurin í kanningarnevndini, Lee Hamilton, segði við sjónvarpið CNN um vikuskiftið, at nevndin fer at leggja trýst á forsetan og stjórnina. Hann helt, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri stjórnina og forsetan, verður Condoleeza Rice avhoyrd alment.
Fyrrverandi yvirgangsráðgevin hjá George W. Bush, Richard Clarke, segði í sínari frágreiðing í síðstu viku, at forsetin og trygdarráðgevin tóku ikki hóttaninar hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda í álvara, fyrr enn tað var ov seint. Hesum hevur Condoleeza Rice víst aftur, men hon vil kortini ikki siga alment, hvat hon visti, og hvat hon gjørdi.










