- Eg haldi, at Helle Thorning Schmidt dugdi væl at svara, men tað var rættiliga yvirskipað.
Tað heldur Katrina Hansen, nýútbúgvin lærari. Hon var ein av teimum, sum fekk høvi at seta danska forsætisráðharranum spurning, tá ið hon hitti lesandi á Fróðskaparsetrinum í morgun.
Hon vísti á, at tey ungu verða alsamt eggjað at útbúgva seg, men tað er ikki altíð starv til tey, tá ið útbúgvingin er liðug.
Hon ætlaði at vita frá Helle Thorning Schmidt, hvussu hesin spurningur verður handfarin í Danmark.
- Helle Thorning Schmidt svaraði rættiliga yvirskipað. Hon helt ikki at ung kundi tvingast at taka ávísar útbúgvingar. Men hon helt kortini, at tað skaðar ikki at skeita eftir, hvørjum útbúgvingum, brúk er fyri áðrenn farið verður undir lesturin.
- Tað ljóðar gott, men tørvurin hjá einum samfelag á útbúgvingum kann broytast rættiliga nógv eftir fýra árum, heldur Katrina Hansen.
- Svarið var sum væntað, men eg spurdi, hvat tey gera við hendan spurningin í Danmark, har nógvir akademikarar ganga arbeiðsleysir, og tað svaraði hon ikki upp á.
Katrina Hansen ásannar, at hóttandi ES boykottið, er eitt stórmál og tí er tað ikki undarligt, at tað verður tikið so nógv fram við forsætisráðharran, tá ið høvi býðst.
Hon hevði kortini vónað, at orðaskiftið fór at snúgva seg meiri um útbúgvingar, enn tað gjørdi.