Á seinasta býráðsfundi fyri jól, samtykti meirilutin í Tórshvavnar býráð at fara undir arbeiðið at gera ein nýggjan høvuðsveg upp á yvir seks kilometrar oman fyri Havnina, heilt av Hvítanesi yvir í Marknagil. Eitt fitt petti av vegnum, góðir 1.700 metrar, verða lagdir í ein tunnil.
Tá ið býráðið atkvøddi um ætlanina, vóru 10 atkvøður fyri, og Ruth Vang og Turið Horn atkvøddu blankt. Men tað var ein býráðslimur, sum atkvøddi ímóti og tað var Elsa Berg úr Tjóðveldi.
Hon helt, at tá ið býráðið varð kallað saman til eykabýráðsfund beinr fyri jól, var tað syrgiligt, at tað skuldu vera til at viðgera eitt vegastrekki og ikki til at viðgera veðurlagskreppuna, ella lívfrøðiliga margfeldi - ella kreppun á dagstovnaøkinum.
Hon sigur, at í roynd og veru er endamálið við vegnum og tunlinum, at stytta um bíðrøðirnar í ferðsluni. Og í hesum sambandi verður ein vegur lagdur beint framvið einum vátlendi, sum vit síðani kunnu oyðileggja við at byggja á tí. Og hon helt ikki, at hetta er eitt mál, sum eigur at verða tikið fram um veðurlagskreppuna, kreppuna í lívfrøðiliga margfeldinum og kreppuna á dagstovnaøkinum.
– Vit hava ein avmarkaðan íløgukarm og hann skuldi verðið brúktur til at tryggja komandi ættarliðum eina liviliga framtíð. Men tað gera vit ikki upp á hendan mátan - við enn fleiri íløgum í fleiri vegir, í breiðari vegir og øðrum íløgum í eitt luksus-undirstøðukervi, heldur hon. Hon heldur nevniliga, at hesin vegurin er ikki ein neyðug íløga.
– Hví verður hetta raðfest so frammaliga - sum ein jólagáva, spurdi hon. Hon ásannar, at tað eru uttan iva onkur sum heldur, at tað tænir ongum endamáli at tosa ímóti slíkum útbyggingum. Sálv heldur hon, at tað er viðkomandi at tosa um, hvussu Havnin kann mennast. Men menningin eigur at verða burðardygt, og tað er hetta ikki, segði hon.
Í hesum vísti vísti Elsa Berg á, at tað verður ikki arbeitt fyri at bøta um almennu samferðsluna og tí skulu næstan 350 milliónir nú brúkast upp á stytta biðirøðirnar í ferðsluni - har bilarnir koyra við einum, ella tveimum fólkum í.
Tað, hon eisini átalar er, at hetta verður gjørt uttan at eitt klovið oyra er brúkt upp á árinskanningar fyri at vita hvørja ávirkan hesin vegurin, og tunnilin, hava á náttúruna.
– Vit skulu hugsa langt fram í tíðina, men spurningirin er, hvørja náttúru vit hava eftir um 50 ár, tá ið hetta er framferðarhátturin, segði hon. Sjálv hugsar hon sær ein bý, har vit varðveita vátlendi og har vit kunnu súkkla – og tað ber heldur ikki til úgjøgnum ætlaða tunnilin.
– Vit eiga at byggja so effektivt, sum gjørligt, og tí eiga vit fyrst og fremst har tað lingu er velt, tí tey økini eru longu tikin, heldur Elsa Berg. Hon heldur eisini, at vit eiga at hyggja at verandi býlingum við tí endamáli at kanna, hvørji hús kunnu verða niðurtikin fyri at byggja íbúðarblokkar ístaðin.
– Vit hava bundið okkum til at verja vátlendi, men vit at taka tað alla tíðina. Náttúran er í so stórum vanda, at vit mugu hugsa okkum um tá ið vit byggja út, segði Elsa Berg.