Jenis av Rana
1.partur.
Hagtøl úr leysari luft
Men kanningar eru gjørdar, ikki bert á okkara leiðum, men í mongum londum, og hesi tøl siga eina heilt aðra søgu. Úr rúgvuni kunnu vit nevna niðanfyrinevndu lond og tøl:
Noregi: 1%
Bretland: 0,6% kvinnur og 1,4% menn
Frankaríki: 0,4% kvinnur og 1,4% menn
USA: 0,7%
Svøríki 0,5%
Fyri virðið í kjakinum hevði verið bæði rætt og gott, um menn og kvinnur høvdu hesi próvføstu tøl í huga, um tey í framtíðini kenna trongd til at nýta tøl.
Ymisk heiti
Orðini eru mong, ið verða nýtt at lýsa hesi, ið velja at liva móti náttúruni. Summi tíverri spottandi, niðrandi og vanvirðandi, meðan onnur greinliga lýsa fyribrigdið. Millum hesi finna vit í orðabókini orðið kynvill. Lesa vit í samheitaorðabókini, ið kom út á forlagnum Stiðin í 2000, stendur soleiðis undir samkyndur: sí kynvillingur. Í donsk- føroysk orðabók eftir Johannes av Skarði og Jóhan Hendrik W. Poulsen, í ískoytinum frá 1977, lesa við undir orðinum homosexuell: kynviltur, kynrangur, og fyri “en homosexuell”: kynvillingur. Her er talan um eitt orð, ið greitt lýsir fyribrigdið, meðan íslendska samkynd tvørturímóti gruggar og beinleiðis villleiðir.
Hvat sigur Bíblian?
Vit kenna øll byrjanina, skrivað stendur, at: í upphavi skapti Gud Himmal og jørð... Víðari lesa vit fyri hvønn skapanardagin, at: Gud sá, at tað var gott. Tá Hann sjeynda dagin skapti menniskjuna, lesa vit: sum mann og kvinnu/kall og konu skapti Hann tey, og tá lesa vit enntá, at: Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt-, og tað var sera gott. Og uppgávan var greið: nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina!
Heilt frá byrjan skapanarverksins hevur stríðið leikað í, ikki primert millum menniskju, men millum Skaparan og mótstøðumannin, hann, sum sambært Jesusi er komin fyri at stjala, drepa og forkoma. Hann byrjaði fyri 2000 árum síðani við spurninginum: hevur nú Gud sagt, og synd er at siga, at taktikkur hansara er broyttur stórvegis. Og hví skuldi hann tað, væl hevur eydnast. Heimurin, sum skuldi vera eitt friðarstað, er gjøgnumsúrgaður av óndu ætlanum hansara- misnýtslu, kríggi, hatri, hungri, vónloysi, sviki, vantrúgv og deyða, og vit kundu hildið á. Alt hetta, tí honum eydnast at fáa menniskjuna at lurta eftir sær, heldur enn eftir Skaparanum og orði Hansara.
At lokka menniskja at seta spurnartekin við, hvat Gud metir um homosexuellan lívstíl- tað er bert ein av mongu lygnum hansara. Endamálið er jú at sáa iva um Gud og orð hansara og at oyðileggja skapanarverk Guds, sum kundi verið so trygt, friðsælt og gott. Umframt dagsaktuellu heimsstøðuna er vert at lesa, hvussu ómetaligi óndskapur hansara, saman við eftirgevan menniskjans, oyddi býirnar Sodoma og Gomorra, einans vegna homosexuellu tráaninar, mong teirra góvu seg yvir til. ( sí 1. mós.bók. kap. 19).
Eru tey sjúk?
Av og á eru greinir í bløðunum, sum vilja vera við, at “homosexuel” eru sjúk og tí møguliga kunnu lekjast. Sjálvandi kunnu hesi lekjast, um hann, ið er førur fyri at lekja hvørt sár, hvørja sjúku og hvønn veikleika sleppur framat. Men læknavísindin kann ikki lekja hesi av teirri einføldu orsøk, at tað at liva sum homosexuellur er ikki ein sjúka, men eitt tilvitað val, eins og onnur val, menniskjað tekur í lívi sínum.
Men, spyr tú meg kanska- tú kennir heilt vist onkran, sum frá barni av týðuliga hevur skilt seg út, verið kventrasligur- líkst einum homosexuellum. Jú, so vist. Men at døma hesi at vera, ella at fara at gerast, homosexuel, bert tí tey hava øðrvísi útsjónd enn onnur, er størsti órættur, ið gerast kann móti menniskjum. Mong munnu í barnaárum av órøttum hava liðið ósigiligt av at vera viðfarin sum homosexuell, og hava kanska at enda góðtikið lygnina, meðan tann dømandi hevur fingið fordómar sínar staðfestar.
Liva tey eitt lætt lív?
Hagtøl, ið siga frá lívsdygd teirra, ið liva sum homosexuell, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Honum, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, uppgevan og misbrúki. Sammett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rúsdrekka, rúsandi evnum og sjálvmorðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi sermerkir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera ørðvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva.
Dentur skal verða lagdur á, at hesi tøl eru frá umhvørvum, har fult út verður góðtikið at liva móti náttúruni. Um liviumstøðurnar í hesum umhvørvum verður sagt, at tær eru merktar av einsemi, skilnaði, vónloysi, kynismu, sjálvgóðsku, slatri, sexfocuseran, baktali, lokabrøgdum, isolatión, eyðmýkjan v.m.
Metir Bíblian hesa syndina vera verri enn aðrar?
Nei, als ikki!
Bíblian ger púra greitt, at vit øll hava syndað og tørva ta rættvísi, sum bert Gud kann geva, gjøgnum tað verk, Jesus gjørdi á Golgata. Eins týðuligt boðar Gud í orði sínum, at eingin gradmunur er á syndum. Vit hava øll syndað, vit synda øll dagliga, hvør syndin er, er ikki avgerandi- avgerandi er bert, at vit venda okkum til Hann, sum kann fyrigeva allar syndir okkara.
Men óreingiligt er, at Bíblian tosar beinleiðis og ávarandi móti at liva sum homosexuellur, og orðini vit lesa um hesa synd eru ikki mjúk. Tóat tað ljóðar dømandi og ógvusligt, so er tað ein veruleiki, at orð Guds lýsir enntá andstygd hansara yvirfyri tí, at maður livir við manni og kvinna livir við kvinnu, eins og tvey av sama kyni gera. Hetta mugu vit fyrihalda okkum til, um vit tosa um Gud og trúarviðurskifti í sambandi við homosexualitet. Vit kunnu heldur ikki velja at gloyma Sodoma og Gomorra- lagnan- ella dómurin- hjá hesum býum kom eina og áleina av homosexuella liviháttinum, ið har ráddi. Tað kann eingin tosa seg burtur úr. Og eins lítið og menniskjan er broytt, er Skapari tess!!!
At kalla seg kristnan, men samstundis vísa frá sær, og stríðast móti greiða boðskapi Bíbliunnar um at halda seg frá homosexuellum livihátti, er ein andsøgn, ið als ikki ber til. Hvussu kunnu vit siga okkum tæna og elska Gud, men samstundis leggja líka í tey ynskir, hann hevur fyri lívsførslu okkara?
Øll synd særir Faðirin, sum leingist eftir at síggja barn sítt liva tað lív, hvør einasti ein er ætlaður at liva. Eitt lív saman við Honum, í tí ætlan, Hann legði til reiðar, áðrenn heimurin varð grundaður, og áðrenn ein einasti av lividøgum mínum hevði sæð dagsins ljós.










