Homosexualitetur – annar partur

Kann ein, ið livir sum homosexuellur, gerast frælsur? Ja, so avgjørt - her og nú!

Jenis av Rana   

Eingin trupulleiki er at verða fyrigivin og loystur frá hvørjari synd, hvørjum veikleika, hvørjari sjúku og hvørjari leinkju, tú enn er bundin av. Um vit í einfaldari trúgv og uttan egin verk leita til Faðir okkara, fyrigevur Hann okkum og broytir lív okkara frá innast til uttast, bert vit loyva Honum tað. Hetta er forrætturin hjá tí einsamalla, hjá hjúnafelaganum í einum normalum hjúnabandi og hjá tí, ið av ymiskum orsøkum er lokkað (ur) at liva eitt lív móti náttúruni. Hetta kunnu í túsundavís av mennisjum runt allan heim vátta, slík sum áður knógvaðu undir byrðum, men sum góvu tær yvir til Frelsaran - og vórðu umbroytt!
Hesin er týdningarmesti boðskapurin at bera í dag, tann veruligi frælsisboðskapurin.

Er homosexualitetur viðføddur?
Tey eru, ið ikki firnast fyri at tosa, sum um vísindin hevur funnið og prógvað, at homosexuell tráan er nakað, tú ikki kann gera fyri, tí hetta er ílagt (t.e. viðføtt). Tó enntá vælútbúgvin, vísa tey okkum eingi prógv! Hví? Jú orsøkin er einføld, tey finnast ikki, og verða aldri funnin! Tí sambært Honum, ið Skapti, so er ikki talan um t.d. designarabrek- ella veikleika, men einfalt um, at valt verður at liva lív sítt móti náttúruni.
Hetta fría valið er sjálvur trupulleikin, men samstundis eisini loysnin, tí her og nú kann tann, ið stríðist við hesa tráan, venda sær til Skaparan, og har fáa hjálpina at standa ímóti lokkan mótstøðumansins. Hjálpina at liva tað lív, vit eru ætlaði at liva. Eitt friðfult, trygt og innihaldsríkt lív í hondum Skaparans.

Mytan um tey sokallaðu homofobu.
Í niðurbrótandi virksemi sínum hevur mótstøðumaðurin lancerað eitt hugtak, sum fleiri velja at trúgva - og bera víðari. Hetta er, at tey, ið tala ímóti t.d. homosexualiteti, í veruleikanum eru drigin at hesum og innast inni ynskja at liva sum homosexuell. Genialt - á hendan hátt væntar hann at kunna ræða menn og kvinnur, sum við lívi teirra ynskja at tæna Gudi og ávara móti lygnum hins ónda, at tiga. Á tann hátt kann hann so, uttan trupulleikar, halda á við sínum oyðandi virksemi, sum byrjaði við Gudsivandi spurninginum hin dagin í urtagarði Edens.
Hugsa tær at nýtt hetta uppáhald hansara um onnur, t.d. tey, ið stríðast fyri einum heimi merktum av friði, rættvísi og umsorgan? Sambært hesum sjónarmiði hevur friðarhetjan Nelson Mandela sostatt í veruleikanum strítt sjálvuppofrandi stríð sítt móti m.a. rasuskilnaði, tí hann innast inni ynskir henda skilna. Og bølmenni Hitler hevur, sambært hesari lummafilosofiini, verið stórsta friðarelskandi menniskja, ið hevur livað. Ófatuligt, at skilagóð menniskju eru, ið bera víðari slík fávitskut sjónarmið, sum bert kunnu hava sín uppruna hjá tí ónda sjálvum.

Hjálpa vit teimum, við at normalisera tað skeiva?
Eg havi áður sagt frá manni, eg møtti í havnargøtum eitt kvøldið. Hann, sum kom til mín og bað og bønaði um at fáa møguleika at koma til viðgerðar fyri homosexuellu tráanir sínar,tí, sum hann segði: Eg orki ikki hetta lívið, eg stríðist við! Hjá honum var tað byrjað við ljótum misbrúki, av homosexuellum manni, í barnaárum.
Hjálpa vit hesum manni við at normalisera tað ónormala? Við at klappa honum á herðarnar og siga, hatta gongur nokk, tú ert skaptur soleiðis, lat okkum bara kalla tað normalt, hatta, tú stríðist við? Nei, tvørturímóti. Tað vildi verið at svikið hann, og slept honum uppá fjall, at latið hann staðið einsamallan við trupulleika sínum. Eitt viðgerðarstað, merkt av kærleika Guds, har grøðandi armar Frelsarans virka, vildu sett hendan, og mong við honum, í tað frælsi, sum tey kanska bert hava hoyrt onnur tosa um.
Hesi, sum eru komin út í frælsið, finna vit í dag runt alla heimin. Fylt av samkenslu og trúgv virka tey fyri at veita hjálp sína, og vónandi kunnu líðandi føroyingar skjótt uppliva virki teirra.
Ein teirra hoyrdu og lósu vit jú um í fjølmiðlum okkara fyri stuttum, ungur føroyingur, sum trúði, og royndi at prógva, at hann var skaptur homosexuellur. Men so møttust Frelsarin og hann, og alt broyttist.

Trúgvandi og homosexuel
Mær lutaðist tann forrættur at verða borin í hús Guds fyrstu ferð bert fáar dagar gamal, og hendan forrætt havi eg notið síðani, í mongum ymiskum samkomuhúsum. Men felags fyri alla frálæru og allar prædikur, eg havi hoyrt, er boðið um at elska, eins og vit eru elskaði.
Um at vísa næstanum kærleika Faðirsins og um at veita øllum, og serliga teim veiku og á ymiskan hátt øðrvísi, alla ta umsorgan og kærleika, tú megnar. Aftur og aftur verður tosað um Hann, sum elskaði hóast allar okkara syndir og misgerðir, um hvussu kærleiki Hansara er grundarlagið fyri lívi okkara, og um hvussu sjálvt bestu verk okkara eru ónýtt í eygum Hansara. Og um hvussu alt vit hava, eiga og eru skuldast náði og óuppiborna kærleika Hansara.
Tí harmar meg at lesa lýsingar av trúgvandi, sum verandi slík, sum hata, happa og beinleiðis forfylgja annarleiðs hugsandi- herímillum homosexuell. Fari at heita á tey, ið slíka hugsan hava, í staðin fyri at klæða fordómar sínar í orð, heldur at fara á vitjan í hús Guds. Har fert tú at uppliva, at hugsanir tínar byggja á fordómar, og at júst tann boðskapur, ið har verður borin, er fortreytin fyri at umbroyta heimin til eitt trygt stað hjá øllum at vera.
Ikki eru tað trúgvandi, ið ganga á odda í at happa og forfylgja øðrvísi hugsandi í m.a. skúlum okkara. Ikki eru tað trúgvandi, sum leika so í á m.a. gøtum okkara í vikuskiftunum, at løgregla og skaðastova hava úr at gera.Og ikki vóru tað trúgvandi, sum nakað herfyri gjørdu seg inn á ungan homosexuellan mann her í Havnini? Men, sambært nøkrum fjølmiðlafólkum og lesarabrævskrivarum kundi ein fingið illgruna um, at hesi, sum vanliga eru at finna í kirkjum og samkomum okkara, í loynd reika runt í myrkrinum og gera slíkar ógerðir.
Slík rangsnúgvan av veruleikanum, sum nøkur fjølmiðlafólk ganga á odda fyri, er av sonnum happing og forfylging av øðrvísi hugsandi. Spurningur er tí, um ikki tey, ið hava eina aðra hugsan og trúgv enn meirilutin av kringvarpsjournalistunum, eiga at vera positivt nevnd í nógv umrøddu mannamunsparagraffini.

Fjølmiðlafólk og løgreglan
Hví misnýta nøkur fjølmiðlafólk sína positión á hendan hátt? Hví eru tey so óreell? Hví fara tey ikki til verka og finna tey veruliga seku í happingar- og forfylgingartilburðunum, um tey vilja teimum homosexuellu væl? Hví øsa tey í staðin føroyingar móti hvør øðrum?
Hví brúka tey ikki heldur sín forrætt í fjølmiðlunum at finna fram til, hví nøkur eru, sum finna uppá at leggjast á tilvildarliga ósek á Havnargøtum ella í náttarlívinum! Væl vita tey, at tað eru ikki tey trúgvandi ella onnur friðarfólk, sum gera um seg í náttarlívinum! Og tey vita eisini, at hetta hendir heldur ikki vegna eina ella aðra lóg, sum kundi verið øðrvísi skrivað, enn hon er, men at hetta er ein nógv djúpriliggjandi og álvarsligari samfelagstrupulleiki.
Tað vita eisini tey løgreglufólk, sum so óskiljandi pínliga skjóta seg sjálvan í fótin, og vaska hendur við at siga seg onki kunna gera, tí lógin ikki gevur teimum heimild! Fyristilla tær eina løgreglu, sum ætlar at standa hendur í favn, meðan opinlýs forfylging verður framd móti ósekum, tí “ tey hava ikki heimild” at verja ósek! Sikkun nakað slutur!

Segði nakar, at løgreglan er politiskt óheft?
Men verri verður, tá sama løgregla boðar frá, at av tí at tey homosexuellu ikki eru nevnd í § 68, ja so er loyvt at forfylgja teimum.
Hvar er fútin, ið loyvir slíkum úttalilsum? Hesi úttalilsi opna jú møguleikan fyri villasta anarki, ið hugsast kann, og bjóða øllum óndum kreftum frítt at fremja forfylging av øllum bólkum, sum ikki eru nevndir í rasismuparagraffini, og tey eru ómetaliga mong. So tey ljóshærdu, tey sjúku, tey brekaðu, tey frísku, tey gomlu, tey feitu, børnini yes jú name it- ongin, ið ikki er nevndur í rasismuparagraffini kann kenna seg tryggan, og kann so als ikki vænta hjálp løgreglunnar.
Vilja hesi løgreglufólk og hesir journalistar dríva politikk, eiga tey at fara somu leiðir, sum øll onnur, ið ynskja tað. Tey mugu bjóða seg fram til Løgtingsval, ístaðin fyri at misbrúka síni embæti!
Her manglar eitt úttalilsi frá hægsta løgreglumyndugleikanum, fútanum. Føroyar kunnu ikki liva við slíkum ókompetentum úttalilsum frá tí stovni, ið er ætlaður at verja vanliga borgaran.