Holyfield skilir Tyson

46 ára gamli Evander Holyfield ger í kvøld comeback í boksiringinum, tá hann fer í dyst móti russiska risanum, Nikoali Valuev. Og um ikki annað hevur hann vakt ans við útsagnum sínum undan dystinum.

Tyson hevði undan hesum tapt móti Holyfield einaferð, og tað var av ótta fyri eini eyðmýking, at Tyson valdi at blíva diskvalifiseraður, sigur Holyfield.

? Hann vildi ikki tapa móti mær eina ferð afturat, og tí vildi hann heldur verða diskaður, sigur Holyfield um dystin frá 1997, sum enn man standa púra feskur í minninumhjá flestu boksiáskoðarunum.