Holyfield gevur ikki upp

46 ára gamli Evander Holyfield sigur seg framvegis hava vónina um, at hann kann endurvinna HM-heitið í nevaleiki

Boksing

 

Við dómaraatkvøðunum 114-114, 116-112, 115-114 vardi russiski Nikolai Valuev sítt heimmeistaraheiti í tungvektsboksing, tá hyann leygarkvøldið boksaðikst móti 46 ára gamla Evander Holyfield

Hóast tapið, so er eingin ivi um, at Evander Holyfield prógvaði, at tað framvegis er dugur í boksihandskum hansara. Fyrstu umgangirnar hevði amerikumaðurin gott tak á russiska risanum, men sum umførini gingu, gjørdust beinini heldur tyngri. Og við fyrimuninum, sum russin hevði í longu ørmunum, gjørdist talan um ein sera krevjandi dyst hjá Holyfield.

Sjálvur valdi Valuev eisini at gera eitt lítið bukk í virðing fyri Holyfield, tá dysturin var av. Hann hevði dystast móti einum av stóru legendunum í tungvektsboksing, og hann mátti eisini ásanna, at hóast 44 kilo, 24 sentimetrar og 11 ár í fyrimuni, so noyddist hann at stríðast í samfullar 12 umgangir.

 

Gevur ikki upp

Evander Holyfield segði eftir dystin, at hann var vónbrotin.

- Eg eri vónbrotin, tí eg helt meg hava gjørt nóg nógv. Og mítt mál er fremvegis at endurvinna heitið sum heimsmeistari í tungvekt, segði Evander Holyfield eftir dystin móti russisku bamsuni.

Og Holyfield var ikki einsamallur um áskoðanina um, at hann var rætti vinnarin av dystinum. Ivaleyst hava kenslurnar eisini sítt at siga, tá slíkur dystur er á skránni. Men fleiri serfrøðingar kring allan heim siga, at talan var um sanna gølu.

Soleiðis skrivar boxing.com, at HM-beltið varð rænt frá Holyfield, og flestu aðrir miðlar skriva, at talan var um ein serstakliga linligan dyst, sum fekk eina kontroversiella dómaraavgerð.