Holy Riders MC Føroyar skift navn

Á ársaðafundi í februar mánað og limafundi fyrst í mars mánað í ár, varð avgerð tikin um, at gera verandi MC-felag um til eitt lokalt, føroyskt MC-felag við øðrum navni eisini.

 

Nýggja navnið er: “Cross-Bikers MC Føroyar”, og varð eisini nýggj nevnd vald á aðalfundinum at taka sær av felagnum. Nevndin hevur ikki skipað seg enn, men samtykt var, at verandi leiðarin Victor Carlsen, í høvuðsheitunum kemur at taka sær av at leiða nýggja felagið frameftir.

 

Cross-Bikers MC Føroyar er ein falagsskapur í arbeiðir á tvørkirkjuligum grundarlag, og erinhvør, ið játtar Kristus sum Harra, vælkomin at gerast limur. Limagjaldið er ásett at verða 400,- kr. um árið fyri stakar persónar og 600,- kr. um árið fyri pør.

 

Góða samstarvið, sum hevur verið við Holy Riders í Norra kemur sjálvsagt at halda fram. Eisini verður nýggja, føryska felagið lagt undir altjóða felagsskapin, kallaður “Biker Church”, sum samskipar allar kristiligar MC-felagsskapir, fyri tað mesta í Europa.

 

Nýggj heimasíða

Sum eitt neyðugt samskiftislið, hevur felagið fingið egna heimasíðu á alnetinum, og finnist henda á: www.cross-bikers.com , ein heimasíða sum spakuliga fer at verða bygd upp við øllum upplýsandi um felagið og virksemið annars. Eisini verða upplýsingar at finna um aðrar kristiligar mc-felagsskapir, eins og myndir frá tiltøkum fara eisini at verða vístar.

 

 

 

MC-Dagur í Vágum.

Tað fyrsta tiltakið, sum nýggja felagið fer at skipa fyri, er leygardagin 26. mai, ein sokallaður MC-Dagur í Vágum, har hesin fer at verða hildin í Missónshúsinum “Libanon” í Sørvági. Samkoman har bakkar tiltakinum 100% upp við øllum praktiskum stuðli. Á skránni verður Grill-Party, felagskoyring runt Vágoynna, MC-spøl og –kappingar. Kl. 18.00 verður náttverði fyri mc-koyrarunum, og kl. 19.30 verður ein Gospelkonsert hildin í salinum kl. 19.30, har 3 luttakandi bólkar vera at hoyra. Øll eru hjartliga vælkomin at vera við, og tiltakið er ókeypis.

 

Sjálvt tiltakið byrjar kl. 13.30 og endar tiltakið, tá konsertin er liðug við einum drekkamunni. Øll MC-feløgini í Føroyum hava fingið eina meira nágreiniliga skrá at ganga eftir í samband við koyringina vestur.