Holy Riders komnir til Føroya

Mikudagin 28. juni komu Holy Riders við Norrønu, og skipað varð fyri almennari móttøku í gamla Kommunuskúlagarði , har Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð teimum vælkomnum. Eisini var sangur á skránni


Fríggjadagin og leygardagin verður á fyrsta sinni hildin ein kristilig motorsúkklustevna, kallað Atlantic Bike Meet, í Føroyum. Tað er felagið Holy Riders MC Føroyar, sum í hesum sambandi fær vitjan úr Norra og Týsklandi.
 
Umframt útlendingarnar, verður eisini luttøka av øllum teimum lokalu MC-feløgunum í Føroyum, og einstaklingar. Stevnan verður sett fríggjadagin 30. juni og heldur fram leygardagin 1. juli. Í samband við stevnuna, verða eisini evangeliskir fundir hildnir.
 
Hóskvøldið kl. 20 talar týskarin Kornelius Novak í Oasuni, Hoyvík, og sunnudagin verða møtir í Kelduni og í Evangeliihúsinum í Havn. Viðrar, verður útifundur í miðbýnum í Havn kl. 21.
 
Leygarkvøldið 1. juli, verður skipað fyri stórari almennari gospelkonsert í Kelduni kl. 20, har bólkarnir Vanja, Laila & Barbara, Sofus Hansen, Magni Christiansen og Eyðun Jacobsen Band luttaka.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
.